Guds ætlan við sex

Nýggj bókarøð til børn og ung er júst útkomin, ið eitur “Guds ætlan við sex”

– Bøkurnar eru upprunaliga skrivaðar á enskum. Bøkurnar venda sær serliga til foreldrini, tí rithøvundarnir, Stan og Brenna Jones trúgva, at Guds ætlan er, at kristin foreldur eiga at vera tey fyrstu og fremstu, ið upplæra børn síni um sexualitetin, skriva føroysku útgevararnir í tíðindaskrivi.

Forlagið Leirkerið, Føroyskar fríkirkjur og Heimamissiónsforlagið eru saman við danska forlagnum Scandinavia útgevarar í Føroyum. Forlagið Scandinavia er einsamalt útgevari í Danmark.

Bókarøðin hevur fýra bøkur til børn/ung í aldrinum 4-6, 6-9, 9-12 og 12-16 ár; eisini er ein foreldrabók í bókarøðini.

Á donskum eita bøkurnar “Guds design for sex”.

Tríggjar tær fyrstu bøkurnar eru týddar til føroyskt; fjórða bókin og foreldrabókin verða nýttar á donskum í Føroyum. Somuleiðis er møguligt at keypa fjórðu bókina til tey 12-16 ára gomlu á enskum í Føroyum. 

Bøkurnar eru skrivaðar av fakfólki í sálarfrøði og byggja á bíbilska læru um hjúnalag, familju og samlív. Tvær av bókunum eru skrivaðar sum ein samtala millum tvey børn og foreldur teirra.

– Høvuðsendamálið við øllum bókunum er júst at skapa góðar samtalur millum foreldur og børn teirra um kynslív. Sera týdningarmikið er tí, at foreldrini lesa foreldrabókina fyrst fyri at fáa íblástur til at hava slíkar samrøður við børnini, og síðan eru tey klár at lesa barna- og ungdómsbøkurnar saman við sínum børnum, siga føroyskum útgevararnir.

Bøkurnar eru hesar:

  • 1: Søgan um meg (4-6 ár)
  • 2: Áðrenn eg varð til (6-9 ár)
  • 3: Hví so umráðandi? (9-12 ár)
  • 4: Ansigt til ansigt med kendsgerningerne (12-16 ár)
  • 4. Facing the facts (12-16 ár)
  • 5: Hvordan og hvornår fortæller du dine børn om sex (foreldrabók)

Bøkurnar fáast í bókahandlinum Logos í Havn, hjá forlagnum Leirkerinum, hjá Heimamissiónsforlagnum og fara at fáa í ymsum øðrum bókahandlum kring landið.