Leygardagin 1. desember kl. 19.30 verður ein øðrvísi gudstænasta í Vesturkirkjuni í Havn. Henda gudstænasta ber navnið rósugudstænasta. Hetta er ein gudstænasta, sum verður hildin fyri teimum, ið hava verið úti fyri insest og kynsligum ágangi. Hon er eisini fyri familjum teirra og teimum, ið vilja vísa sína samkenslu.
Fyrireikararnir siga samstundis, at teir ikki gloyma teir ella tey, ið hava framt slíkan ágang. Tað er eisini rúm fyri teimum á hesi gudstænastuni.
Henda serstaka gudstænastan verður kallað rósugudstænasta, tí rósan er ein ímynd av kærleika og av Jesusi. Tann illgerð, misnýtarin hevur gjørt, kostaði Guds soni lívið, siga fyrieikararnir í tíðindaskrivi.
? Við hesi gudstænastu vilja vit ásanna, at samfelagið og kirkjan hava verið tigandi. Kirkjan boðar umsorgan og fyrigeving, men hetta hava vit farið alt ov lætt um við tí úrsliti, at vit ikki hava tikið offrini í álvara, siga stigtakararnir.
? Alt ov skjótt hava offrini fingið at vita, at tey skulu læra seg at fyrigeva og gloyma tað, sum hent er, meðan sárini bløða víðari.
Undir gudstænastuni er møguleiki at fáa forbøn. Eftir gudstænatuna verður ábit og samtala á Tórshavnar Sjómansheimi.
Tað er felagsskapurin KRIS í Føroyum við Hans Eiler Hammer sóknarpresti, sum skipar fyri gudstænastuni.