Gudstænastur aftur 17. mai

Fyrstu gudstænasturnar í kirkjum kring okkara land, nú landið letur varisliga uppaftur, verða sunnudagin 17. mai, boða biskupur og dómpróstur frá

– Fyrsta gudstænastan verður sunnudagin 17. mai. Gudstænastan verður skipað sambært almennu tilmælunum viðvíkjandi reinføri og fjarstøðu. Fyribils verður hvørki dópur ella altargongd undir gudstænastunum. Talið av luttakarum verður avmarkað, siga Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Teir skriva víðari:

– Við støði í tíðindafundi løgmans í gjár verður boðað frá, at fólkakirkjan varisliga letur uppaftur í viku 20 í 2020. Talan er um alt virksemi hjá fólkakirkjuni, siga Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Løgmaður nevndi annars í gjár á tíðindafundinum, at kirkjur og samkomur lata upp aftur 4. mai, at í mesta lagi hundrað fólk kunnu savnast. Tað eru 50 fleiri enn tað almenna tilmæli annars er. Hetta var serliga við atliti til avvarðandi og onnur, sum kunnu sleppa til jarðarferðir.

Biskupur og dómpróstur útseta sostatt upplatingina í fólkakirkjuni eina viku, og siga at kirkjan letur upp aftur 11. mai, og fyrstu gudstænasturnar verða 17. mai.

Dómpróstur og biskupur fara at gera neyvari ásetingar og leiðbeiningar við atliti at gudstænastum og tænastum prestanna, skrivar fólkakirkjan á heimasíðuni.

– Eftir ætlan hava kirkjuráðini og sóknarprestarnir í seinasta lagi leygardagin 9. mai tilmæli frá leiðslu kirkjunnar. Tilmælið verður orðað í neyvum samstarvi við politiska og heilsufrøðiliga myndugleikan, siga Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur.