Gul smiðja við øðrum innihaldi

Saltangará: Einaferð hýsti tann guli bygningurin tí sum tá kallaðist fyri Runavíkar Mekaniski Verkstaður. Men nú er tíðin broytt og umstøðurnar øðrvísi.

Í hesum døgum er Mentanarvika á skránni í Runavík, og her hevur Gula Smiðja fingið sína endurreisn, kann ein siga.

Teir ungu tónleikararnir í kommununi hava higartil ikki átt nakran pall, sum teir hava kunnað brúkt til framførslur. Á gomlu og gulu smiðjuni er hesa vikuna skipaður ein tónleikapallur fyri ungar tónleikarar úr øllum landinum.

Byrjað varð mánakvøldið, tá Jóna Olsen Band sang nakrar sangir. Síðani kom Lukas á pallin við einum Michael Jackson Dansishowi, sum var væl umtókt av áhoyrarunum.

Seinasta konsertin verður á skránni fríggjakvøldið kl. 20.