Sveinur Tróndarson
Tað gongur av álvara framá í alivinnuni og tað sæst aftur á virkseminum í vinnuni. Alifyritøkurnar gerast alsamt størri, og tað tað er ikki bara tí, at aliringarnir gerast fleiri. Harafturímóti er tað tí, at alifyritøkurnar leggja seg eftir meira fjølbroyttum virksemi, soleiðis at tær standa meira á egnum beinum.
Soleiðis er eisini tá talan er um P/F Gulan og P/F Funningslaks.
Um nakrar mánaðir lata hesar báðar alifyritøkurnar, sum eru í tøttum samstarvi upp kryvjivirkið í gamla flakarvirkinum á Strondum.
Keyptu fyri eina mió
Fyri góðum hálvum øðrum ári síðani keyptu hesar báðar fyritøkurnar gamla flakarvirkið á Strondum fyri eina millión krónur frá Føroya Banka.
Kári Nielsen, stjóri í Funningslaks sigur við Sosialin, at tað var ein prísur, sum svaraðir til tað sum virkið var vert.
- Tað var í sera ringum standi tá vit yvirtóku tað. Takið var beinleiðis lívshættisligt at stíga á, og restin var ikki stórt mætari. So prísurin mundi vera á eini góðari leið, sigur hann.
Síðani tá er virkið umvælt og tá alt umvælingararbeiðið er liðugt metir Kári at samlaði kostnaðurin er fýra milliónir. Men tá eru ongar maskinur íroknaðar.
Hvussu nógv tær koma at kosta dugir hann ikki at siga í løtuni, tí tilboðini upp á maskinurnar eru nústaðni ávegis.
Arbeiði til 15-20 fólk
Tá virksemið fer í gongd á nýggja virkinum á Strondum væntar Kári, at tað verður arbeiðið til millum 15 og 20 fólk.
- Virkið klárar at framleiða 5-6000 tons og tað ætla vit okkum at klára, sigur Kári.
Tá vit spyrja um tað er ætlanin at arbeitt skal verða hvønn dag sigur hann, at tað er ikki rættuliga greitt í verandi løtu.
- Men tað fer at vera har á leið. Verður tað fyrireikað við skili, so verður arbeiði hvønn dag, sigur Kári
Virkið á strondum skal arbeiða fisk frá báðum alibrúkunum. Funningslaks framleiðir umleiðir 3000 tons í Funningsfirði, meðan Gulin framleiðir upp ímóti 2000 tonsum í ringunum, sum liggja við Argjalandi. Restin upp til tey 6000 tonsini mugu teir so útvega sær aðrastaðni frá.
Fyrsta byggistig
Fyri ikki soi langari tíð síðani tók East Salmon í Norðoyggjum í brúk nýtt góðskingarvirkið í Fuglafirði. Tí spurdu vit Kára Nielsen, um teir eisini hava í hyggju at fara undir góðskingarvirksemi á Strondum, og um hølini rúma tí møguleikanum.
- Møguleikin er til staðar, tí hølini eru nóg stór til tað, men tað er ikki nakað sum liggur beint fyri framman. Eg haldi, at tað er skeivt av okkum at fara undir tað virksemi júst nú. Eg haldi, at vit eiga at bíða eftir teimum royndum, sum teir gera sær í Fuglafirði áðrenn vit kasta okkum út í slíkt.
Men tað er kanska nakað tit hava hugsað um?
- Vit hava hugsað um tað, men tað verður sum sagt ikki fyribils. Innfrysting er kanska tað, sum liggur fyrst fyri framman, men nær tað verður fært tú meg einki at siga um enn, sigur Kári.
Kortini er lítið at ivast í, at strandingar fegnast um at lív aftur kemur í gamla flakarvirkisbygningin, sum av fyrstun tíð kallaðist Bátafisk.
Prísurin høgur
Sum greitt frá, kostar ein slík íløga sum henda rættiliga fitt av peningi, og tískil skulu nakrar krónur í kassan, fyri at tað fíggjarliga kann bera seg.
Men útlitini til tað eru góð í løtuni, sigur Bogi Jacobsen, sum er stjóri í P/F Gulin.
- Prísurin er um 28 krónur fyri kilo ? til alaran ? og tað er væl omanfyri tað sum vit vanliga kalla fyri miðalprís. Hann hevur ligið um 23 so løtan er røtt at fara undir hetta heldur Bogi.
Tí skuldu fíggjarligu útlitini fyri býggja virkinum verið í lagið.