Hondbóltur
Sum verjandi meistarar er Neistin eitt av bestu boðunum upp á ein komandi FM-vinnara. Liðið tykist ikki viknað í mun til í fjør, og móti einum VÍF-liði, sum framvegis skal byggjast upp, skuldu teir bláu roknast sum favorittar.
Men á vøllinum gongur ikki altíð, sum prestur prædikar. Tí tað var nevnliga VÍF, sum kannaði sær stigini, tá liðini hittust í Vestmanna sunnudagin.
Fyrstu løtuna var annars ikki so nógv, sum skilti partarnar, men vestmenningar høvdu kortini hug at fara undan. Miðskeiðis í hálvleikinum høktu teir eisini munin upp í trý mál, og hóast Neistin svaraði aftur, so kostaði hetta nógvar kreftir. Og seinastu løtuna undan steðginum gekk heilt galið. Neistin hevði annars vunnið seg framum, men seks VÍF-mál á rað syrgdu fyri, at teir gulu nú vóru omaná.
Og í løtuni eftir steðgin var gongdin tann sama. VÍF vann seg átta mál framum, og so stóð teimum flestu greitt, at stigini ikki skuldu nakran veg á degnum. Neistin royndi at sprutta aftur seinastu løtuna, men talan var bert um eina roynd at pynta um úrslitið av dystinum, sum VÍF altso vann trygt.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 34-28 (18-14)
10 min: 6-5
20 min: 11-12
40 min: 23-16
50 min: 28-22
Málskjúttar
VÍF: Joen P. Høgnesen 8, Sámal Joensen 6, Agnar Joensen 4(2), Karl J. Djurhuus 4, Áki G. Olsen 3, John Zachariassen 2, Rúni Joensen 2, Niels Andreasen 2, Jákup S. Andreasen 2, Áki Olsen 1
Neistin: Finnur Hansson 8, Blagoje Buha 5(2), Jugoslav Djumic 5, Ingi Olsen 3, Bogi Berg 2, Jens Mohr 2, Jón Ludvík 1, Áki Mørk 1, Tróndur Kragesteen 1
Brotskøst: VÍF 2, Neistin 3
Útvísingar: VÍF 1, Neistin 6
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg