Gull til føroyskar borðtennisspælarar

22 føroyskir borðtennisspælarar hava um vikuskiftið verið við í Brøndby Cup í Danmark. Tað eydnaðist føroyskum luttakarunum at vinna nøkur gullmerki

Fyri triðju ferð vóru føroyskir borðtennisspælarar við í Brøndby Cup, sum verður hildin einaferð um árið. Føroysku spælararnir hava vanliga klárað seg væl, og soleiðis var aftur í ár, tí hesaferð vunnu teir 15 heiðursmerki
Tað verður gjørt upp, hvat av liðunum í kappingini klárar seg best, og triðja árið á rað
vunnu føroyingarnir. Tey donsku feløguni luttóku við teirra lokalu feløgum, meðan føroysku spælararnir luttóku sum eitt lið.
Endaliga støðan í kappingini gjørdist hendan:
Føroyar: 5 gull, 4 silvur og 8 bronsu, 45 stig
Roskilde 5 gull, 2 silvur og 4 bronsu, 35 stig
Brøndby 3 gull, 1 silvur og 6 bronsu, 24 stig

Góð avbjóðing
Tey sum vunnu gull fyri Føroyar vóru: Gilli Sørensen og Sheila Strøm vunnu tvær gull og Susie Midjord vann eina gull.
Tey sum vunnu silvur fyri Føroyar vóru: Fróði Jensen, Rakul Mikkjalsdóttir, Susie Midjord og Pætur Albinus.
Tey, sum vunnu bronsu fyri Føroyar, vóru: Hallur Thorsteinsson vann tvær bronsu og Fróði Jensen, Hugin Albinus, Rakul Mikkjalsdóttir, Sheila Strøm og Susie Midjord vunnu eina bronsu.
Endamálið við ferðini til Danmarkar er at geva spælararunum eina góða avbjóðing, sum kann menna teir. Tað er eisini hugaligt hjá teimum at spæla ímóti spælarum, sum teir ikki hava spælt ímóti áður.