Gull til U15-liðið

Tað eydnaðist føroyska U15 landsliðnum í dreingjafótbólti at standa ovastir á skamlinum, tá finalan í Aberdeen International Football Festival varð spæld um vikuskiftið. Hóast Føroyar hava verið fastur partur av kappingini í 12 ár, so er hetta fyrsta ferðin, at eitt føroyskt lið vinnur, so tað var ikki løgið, um bæði spælarar og venjarar vóru ernir á heimferðini.
Finalan varð spæld móti Ross County úr Skotlandi, og tann dystin vunnu Føroyar 2-0. Føroysku málini í dystinum skutu Hallur Hansson og Helgi Samsson.
Til samans spældi føroyska liðið seks dystir á ferðini, og allir seks endaðu við føroyskum sigri. Og við eini samlaðari málúrtøku upp á 41-1 var eingin ivi um, at fleiri av liðunum vóru alt ov veik til hesar dystirnar. Talan var tó eisini um harðar dystir, og serstakliga stóð nógv á í fjórðingsfinaluni, sum føroysku spælararnir akkurát vunnu 1-0 móti liðnum hjá Dundee United.
Føroyingar áttu eisini besta málskjúttan í kappingini, og var hesin Helgi Samson, sum stóð fyri 12 av føroysku málunum.
Venjarar hjá føroyska liðnum á ferðini vóru Eli Hentze og Mathias Davidsen. Álvur Hansen var fysioterapetur, meðan Jákup Simonsen var liðleiðari.