Gullbrúdleyp í Hvalba

Mánadagin 29. november hava hjúnini Ingrid og Levi Gerðisheim í Hvalba gullbrúdleyp.

Levi er klaksvíksingur við stórum "K". Tó er hann heilur suðringur. Pápin, Alfred Petersen, var úr Puntabyrgi á Tvøroyri og mamman, Maria Nattestad, úr Stórustovu í Hvalba. Hesi bæði giftust til Klaksvíkar, har Levi er uppvaksin og hevur virkað megin partin av lívi sínum.

Ingrid er dóttir Sigrid Højsted úr Lopra og Reynhold Andersen úr Keypmannahavn. Seinri giftist Sigrid við Niels Paula Vest úr Hvalba, og soleiðis er Ingrid uppvaksin í Hvalba.

Ingrid og Levi funnu saman og bygdu eitt væla heim í Gerðum. Eftir at Levi hevði verið til skips, bæði við trolara og línubáti og Ingrid hevði verið gongsgenta á sjúkrahúsinum, fóru bæði at arbeiða á "Norðborg", har bæði vóru til upp móti pensiónsaldri. Og eg haldi, at í huganum eru bæði har enn, so inniliga tey tosa, bæði um leiðsluna og arbeiðsfólkið, ið har var.

Um pensiónsaldur seldu tey húsini í Klaksvík og komu til Hvalbiar at búgva. Her hava tey bygt sær eitt sera gamlamanna vinarligt hús, ið er nemt at røkja.

Tað má av røttum ásannast, at tað arbeiði, ið tit hava lagt uttan um húsini, við grønum fløtum, fittligum úthúsum, rás kring húsið og serliga flotta grótgarðinum, er í dag eitt satt prýði fyri eygað og grannalagið.

Vit í Garðsenni, bæði stór og smá, ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum, við tøkk fyri nógvar góðar løtur bæði í Klaksvík og her suðuri.
Nú sólin er komin vestur, ynskja vit, at Harrin má gera lívskvøld tykkara blítt.

Heilsan
systir og svágur