Bæði eru tey ættað úr Porkeri, og tað er merkisvert, at foreldrini hjá teimum báðum eisini vóru porkeningar.
Sunneva er fødd 16. juli í 1934. Mamman var Daniella fødd Bech og úr Skálanum, og pápin var Mikkjal Magnussen av Klovanum. Sunneva er einabarn.
Ejler er føddur 1. november 1928. Mamma hansara var Sunneva fødd Djurhuus og ættað úr Skemmuni, og pápin var Petur Sørensen undir Stígnum. Sunneva og Petur fingu fimm børn. Elsebeth Susanna ella Diddan fødd í 1920 giftist við Esmari Olsen av Toftum og búsettist í Porkeri. Daniel Johannes føddur í 1922 giftist Johannu Johannesen av Skála, har tey búsettust. Otto føddur í 1925 giftist Nelly Nielsen úr Nólsoy. Tey búgva í Havnini. So var tað Ejler, og yngstur er Ewald føddur í 1931 og giftur Esther fødd Jacobsen og ættað úr Vági. Tey búgva í Havnini.
Diddan doyði í 1999, og Jóhannes doyði í 2003.
Sunneva og Ejler giftust inn á Klovanum, og har hava tey búð hesi hálvt hundrað árini, sum tey hava livað í hjúnarlagi.
Sum so mangar aðrar tá í tíðini so fór Sunneva í húspláss, tá ið hon gott og væl var liðug við skúlan. Hon tænti bæði í Porkeri og í Vági. Tá ið børnini vóru smá, var Sunneva heimagangandi. Í 1965 tók hon koyrikort, og so fór hon at koyra taxa. Seinni var hon heimahjálp, og í mong ár vaskaði hon skúlan í Porkeri. Í mong ár hevur Sunneva um vetrarnar gingið til postalínsmáling í kvøldskúlanum í Porkeri, og hon er ófør til hondarbeiði.
Lívsstarvið hjá Ejleri var at vera bilførari. Hann tók koyrikort í 1948. Tá fekk hann sær lastbil, sum hann hevði inntil í 1963. Eitt nú koyrdi hann fyri fleiri reiðarí í Vági, hann plagdi at vera við í lossingini, tá ið Tjaldrið var í Vági, og so koyrdi hann tað, sum bygdarfólkið hevði brúk fyri - eitt nú hoyggj, seyð, tøð, torv og kol, sum hann var í Rangabotni eftir.
Í 1963 keypti Ejler buss, og seinni fekk hann sær taxabil. Hann koyrdi eitt nú skúlabørnini millum Porkeri og Vág. Miðskeiðis í áttati árunum fór hann saman við Osbjørn Mortensen at koyra bygdaleiðir. Teir stovnaðu felagið pf. Suðurleiðin, og teir áttu fyrsta stóra bussin, sum kom til Suðuroyar. Osbjørn doyði brádliga í 1988, og Ejler helt fram at koyra, inntil hann í 1998 var 70 ára gamalur. Tey síðstu árini hjálpti yngri sonurin honum.
Í bæði ættini hjá Sunnevu og Ejler var væl av jørð í húsinum, og tey hava bæði verið við í tí arbeiðnum. Nú Ejler er vorðin pensionistur, hjálpir hann við at passa veðrarnar hjá næsta ættarliðnum.
Ejler hevur verið íðin VB viðhaldsmaður, og inntil fyri ikki so mongum árum síðani sá hann flestu dystirnar í fremstu deildini, um tað so var í Vági ella á Tvøroyri. Tá ið vágbingar í 1998 vóru í Brno í Kekkia og spældu Intertoto, var hann í ferðalagnum.
Sunneva og Ejler eiga fýra børn, sum øll búgva í Porkeri. Mikkjal føddur í 1956 er giftur Jastrid á Dul úr Havnini. Børnini hjá teimum eru Eiler, Jákup, Dania, Hanna og Tórur.
Petur nevndur Piddi føddur í 1960 er giftur Annu Sofíu Dragaberg úr Klaksvík. Børnini hjá teimum eru Sunnvá, Helena og Eirikur.
Børnini hjá Dóris, sum er fødd í 1965, eru Páll, Tóki og Eiler. Siri, sum er fødd í 1970, er gift Hermani Olsen úr Hvalba. Børnini hjá teimum eru Signar, Birita og Svanna.
Stóra dagin vera Sunneva og Ejler Sørensen at hitta heima við hús frá klokkan 13 til 18.M