Gulldystur í Klaksvík

Enn kann Dráttur órógva, men alt bendir á, at vinnarin av kvinnudystinum í Klaksvík fer at standa við gullinum eftir kappingarlok

Flogbóltur

Hóast tey ikki áttu umboð í nøkrum av steypafinalunum, so hevur flogbólturin í Klaksvík tað gott í hesum døgum.
Vikuskiftið undan steypafinalunum leiktu menninir móti ÍF, og har eydnaðist at toga ein sigur heim, sum kann vísa seg at gerast gull verdur. Hetta vikuskiftið eru tað so kvinnurnar hjá Mjølni, sum eiga tørn, og aftur hesaferð bendir alt á, at talan er um ein dyst, har vinnarin um knappan mánað kann rópa seg føroyameistara.
Steypavinnararnir úr TB hava saman við Mjølni myndað oddin í landskappingini alt árið, og eftir heimasigur í Trongisvági bendi alt á, at TB skuldi fara avstað við gullinum í landskappingini, men ein ósigur fyri Drátti koppaði brádliga øllum á høvdið. Mjølnir og TB eru nú jøvn í stigum, og tí fær vinnarin sunnudagin ein fyrimun, sum væl kann vísa seg at blíva avgerandi.
Sjálvandi kann Dráttur framvegis argað, og tær hava bæði heima móti Mjølni og úti móti TB eftir á skránni, men hóast hesir báðir skuldu givið fulla úrtøku, so røkkur tað tó ikki til samlaðan sigur, uttan so at vinnarin sunnudagin eisini missur aðrastaðni. Nakað sum í verandi støðu tykist óhugsandi.
Tí bendir alt í løtuni á, at tað verður vinnarin sunnudagn, sum fer at standa við so nógv teimum sterkastu kortunum á hondini undan endaspurtinum, og tað er ein leiklutur, sum bæði Mjølnir og TB tráða eftir, og sum báðir partar fara at leggja seg eftir sunnudagin.

Finalutaparar í Hoyvík
Hjá kvinnunum eru tveir aðrir dystir á skránni um vikuskiftið. Leygardagin skal Dráttur reisa seg eftir tapið í steypafinaluni, tá tær vitja í Hoyvík, har KÍF eigur heimavøll.
Einki er at ivast í, at Dráttur er stórfavorittur at vinna hendan dystin, og tann leiklutin mugu tær hjá ÍF eisini átaka sær, tá tær vitja hjá Fleyr sunnudagin. Fleyr hevur tó gjørt onkran vørrin í ár, og skal hetta endurtakast, so eru ÍF helst tær, sum eru næstar í so máta, so tað kundi kanska verið, at eitt óvæntað úrslit liggur her og bíðar.
Hjá monnunum verður neyvan talan um óvæntað úrslit, tá tvey av sterkastu liðunum fara at royna seg móti teimum báðum avgjørt veikastu.
Leygardagin kemur SÍ á vitjan í Hoyvíkarhøllini, sum sostatt skal hýsa tveimum tapandi steypafinalistum hendan dagin. Og eins og hjá kvinnunum, so eru tað gestirnir, sum eru stórfavorittar. Fram tykist í løtuni ikki at hava tað heilt stóra at bjóða, og at teir í seinasta umfarinum taptu fyri Fleyr borgar ikki fyri nakrari serligari styrki.
Tí hóast Fleyr við hesum fekk sín fyrsta sigur á árinum, so er tað helst lítið, sum teir kunnu gera fyri at steðga fuglfirðingum, tá hesir koma á vitjan. Eftir tapið í Klaksvík herfyri skal ÍF snøgt sagt syrgja fyri at vinna allar sínar dystir so greitt sum gjørligt,, meðan teir so mugu vóna, at Mjølnir fer at missa onkra staðni. Og móti Fleyr eigur hetta at merkja ein 3-0 sigur til ÍF.