Gullfepur er í Sarpugerði

Møguleiki er fyri, at FM og 3,7 milliónir vera í viðførinum, tá farið verður út aftur um Varmakeldueið

Eftir óvæntaða tapið á heimavølli ímóti Suðringum fyri viku síðani varð staðiliga undirstrikað millum víkingarnar, at orsøkin ikki var gummibein í Sarpugerði. Í dag hevur toppliðið nýggjan møguleika at vísa, at í staðin fyri gummibein, so er tað gullið, luttøka í europeisku meistarakappingini og harvið knøppu fýra milliónirnar í inntøku, ið eru á skrá.

 

Víkingur skal spæla grannauppgerð innanfyri Varmakeldueið, og tað er møguleiki fyri, at teir ljósabláu hava vunnið FM, tá ið ferðalagið fer útaftur úr Fuglafirði. Tað verður ikki tosað alment um tað, men tað verður so frægt fyrireikað, at um tað skuldi borið á, at KÍ og B36 snáva, og Víkingur vinnur, so fer tað at bera til at markera FM heitið um fimm tíðina í Fløtugerði.

 

Meðan ÍF er illa skert, so er Víkingur væl fyri. Sølvi Vatnhamar, sum var illa saknaður ímóti Suðringum, verður eftir leikbann aftur á framrættaða sentrala plássinum. Einasti spælarin, sum ikki eru tøkur, er vongverjin Gert Hansen, sum er skaddur í knænum.

 

Í Fuglafirði er Bogi Reinert Petersen tøkur aftur eftir leikbann. Nú eru Ari Ó. Ellingsgaard og Andy Ó. Olsen leikbannaðir, og Poul Nolsøe Mikkelsen er skaddur. Dánjal á Lakjuni er skaðadarvaður, og tað er ikki vist, um hann verður við ímóti Víkingi.