Svimjing
Við seks almennum gullmerkjum umframt mix-stafettini, sum ikki telur við í heiðursmerkjayvirlitinum, setti føroyska svimjilandsliðið eitt stórt og flott punktum fyri sínari luttøku á Álandi.
Somikið góð var føroyska úrtøkan, at bara í svimjing hava Føroyar vunnið eins nógv gullmerki, sum Isle of Man – ið er næst ovasta oyggin í samlaðu støðuni – hevur vunnið tilsamans higartil!
Hvør sum ein koma føroysku svimjararnir heim við gullmerkjum. Eingin teirra meira enn Pál Joensen, sum við átta gullmerkjum er mest vinnandi íðkarin á Oyggjaleikunum í ár. Men at somikið nógvir svimjarar vinna somikið heiðursmerki bera eisini boð um eina sera stóra breidd, sum er komin í svimjingina seinnu árini.
- Tað sigst jú, at av succés kemur succés. Og tað hevur tað avgjørt gjørt í hesum førinum. Úrslitini, sum vit hava havt, hava eggjað nýggjum og verandi svimjarum, soleiðis at bæði elitan í dag er breiðari, enn hon nakran tíð áður hevur verið, segði Petur Heðin á Fløtti, sum er ein av føroysku venjarunum, tá seinastu heiðursmerkini vórðu handað.
So er spurningurin bara, um menningin stendur við. Á føroyska liðnum eru í øllum førum svimjarar, sum hava nógv góð ár fyri sær, og megna hesi at halda fast í menningini, er einki til hindurs fyri, at føroyska úrtøkan kann gerast enn betur um bæði tvey og fýra ár.