Gullgentan er væl stuðlað av familjuni á oyggjaleikunum

(OYL) Foreldrini, omman og ikki minst abbin, Jóannes eru sera íðin at heppa á Vár E. Eidesgaard og hinar føroysku svimjararnar

Vár E. Eidesgaard hevur sanniliga gjørt vart við seg á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Evnaríka svimjigentan hevur higartil vunnið gull í 1.500 metrar frí, 200 metrar frí og 400 metrum blandað. Hartil hevur Vár E. Eidesgaard vunnið bronsu í tveimum stafettum, 4 x 50 metrar blandað og 4 x 50 metrar frí.

Foreldrini, Anna og Erling, og omman og abbin, Anita og Jóannes er millum føroysku áskoðararnar, og tá vit vitjaðu svimjihøllina fyrrapartin ígjár var eingin ídnari fjeppari enn júst abbin, Jóannes sum var løgmaður, og var til leikirnar í Hetlandi í 2005 og á Rhodos í 2007 sum alment umboð og verjin hjá føroysku ítróttini.

Jóannes Eidesgaard og hini í familjuni heppa eisini nógv á hinar føroysku svimjararnar, og geva eisini teimum sín fulla stuðul. 

Jóannes Eidesgaard heldur við Liverpool í enskum fótbólti, so hann hevur nógv at gleðast um í hesum døgum. Hann var ógvuliga spentur uppá, at Steven Gerrard vitjaði við Glasgow Rangers í Gibraltar ígjár. Rangers vunnu 4-0 á St. Josephs í Europa League undankappingini. 

##med2##

##ms##