Gullið bíðar í Sarpugerði

Veðurvánirnar eru ikki so galnar undan síðsta umfari í Effo-deildini

Veðrið hevur sum heild verið í parti við fótbóltinum í ár. Fyrsta umfar var á grækarismessu, og seinnapartin í dag – sjey mánaðir seinni – verður sett punktum fyri landskappingini.

 

Hóast tað varð lagt fyri tíðliga í vár, og hóast tað verður endað, nú heystið av álvara hevur fintið fatur á, so hevur veðrið ikki argað fótbóltin nevnivert hetta kappingarárið.

 

Seinnapartin verður sagt frá landsynningi. Vindferðin verður átta metrar um sekundið í Norðragøtu, har tað fer at kennast úr honum. Tað verður eftir øllum at døma í Sarpugerði, at gullkrónurnar og FM steypið verða handað.

 

27. umfar

 Í dag

KÍ-NSÍ: Lars Müller kl. 15.15

ÍF-07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.15

Víkingur-EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.15

HB-B36: Petur Reinert kl. 15.15

Suðringar-Skála: Rúni Gaardbo kl. 15.15

 

Støðan undan 27. umfari

Víkingur 52

KÍ 49

B36 47

NSÍ 46

HB 38

Skála 30

Suðringar 29

EB/Streymur 29

07 Vestur 25

ÍF 12