Rammurnar vóru tær røttu til ein finaludyst, tá ið Neistin og Stjørnan brustu saman í høllini á Hálsi mikukvøldið. Hóast veðrið ikki var av tí besta, var høllin stúgvandi full, og tað vóru ikki bara neistafólk, ið vóru komin til dyst. Nógvir klaksvíkingar høvdu strítt seg um Leirvíksfjørð, og millum áskoðararnar sóust eisini nógvir hondbóltsspælarar og onnur áhugað úr øllum landinum. Áskoðararnir høvdu býtt seg soleiðis, at fjeppararnir hjá Stjørnuni sótu í sunnara enda av høllini, meðan neistafólkini sótu í norðara endanum, har tey vanliga halda til.
Verjurnar vóru sum múrar
Neistaliðið var eitt sindur skert undan seinasta finaludystinum, tí Birita Wardum, ið er komin heim úr Danmark til hinar báðar finalurnar, ikki var tøk hesaferð. Hon hevur ikki minst verið álitið í verjuni hjá Neistanum, og tí vóru tað kanska fleiri neistafólk, ið stúrdu fyri, hvussu verjan hjá havnarliðnum fór at standa seg. Tey, sum frammanundan stúrdu, vóru tó skjótt sannførd um, at verjan ikki var viknað. Neistaverjan var sum ein múrur frá byrjan, og tær fáu ferðir, ið Stjørnan kom til eina skotroynd, stóð Manuela í málinum fyri. Manglandi eydnan við at finna vegin til meskarnar byrjaði eisini at síggjast aftur á leikarunum hjá Stjørnuni, ið gjørdust ikki sørt fjáltursstungnar.
At trupulleikarnir við álopsspælinum hjá Stjørnuni í byrjanini av dystinum ikki fingu størri avleiðingar, komst fyrst og fremst av, at verjan hjá kvinnunum úr Klaksvík stóð seg minst líka væl sum tann hjá Neistanum. Verjuspælið hjá báðum pørtum var kontant uttan at verða ófantaligt, og tað var sjón fyri søgn, at báðir partar stríddust fyri hvørjum einasta bólti. Neistin spældi seg kanska til eitt sindur fleiri møguleikar, men Agne í málinum hjá Stjørnuni hevði ein av sínum allarbestu døgum, og tá er trupult at fáa bóltin framvið henni.
Stirvið álopsspæl
Neistin legði seg á odda 1-0, tá ið einir fýra minuttir vóru leiktir, og næsta málið í dystinum kom ikki, fyrr enn góðir 13 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá ið Joan M. Djordjevic hjá Stjørnuni javnaði til 1-1.
Tað gekk ógvuliga striltið hjá báðum pørtum at fáa bóltin í netið, og so hvørt sum fyrri hálvleikur leið, merkti hetta eisini álopsspælið hjá báðum liðum. Spælið gjørdist stirvið, og tað tóktist eisini sum um, at fleiri av leikarunum á báðum liðum hildu seg aftur við at skjóta upp á mál. Stjørnan fótaði sær tó eitt sindur skjótari enn Neistin, og tær fingu eisini lagt seg eitt sindur fram um Neistan við trimum málum á rað, soleiðis at tær løgdu seg á odda 5-2. Neistin gav tó ikki skarvin yvir, og tær stríddust fyri ikki at missa sambandið við Stjørnuna. Tað sá út til, at Stjørnan fór at fara til hálvleiks við eini leiðslu upp á trý mál, men við tveimum skjótum mál beint fyri hálvleik, fekk Neistin minkað um munin til 5-6, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Neistin kundi kanska verið enn betur við, tá ið farið var til hálvleiks, men eydnan var ikki við bláa heimaliðnum. Góða málmansspælið hjá Agne í málinum hjá Stjørnuni noyddi skjúttarnar hjá Neistanum at seta bóltarnar so uttarlaga sum gjørligt, og tí endaðu nógvar av skotroyndunum hjá havnarliðnum við at taka í stólparnar ella tvørstongina. Tað var mangan bert ein sentimetur ella so, ið manglaði í hjá Neistanum at fáa bóltin í mál.
Stjørnan stóð seg væl í undirtal
Neistin fekk eisini onkran gyltan møguleika at koma upp á javnt aftur. Millum annað fekk Katarina Stepanov hjá Stjørnuni eina ógvuliga óneyðuga útvísing beint fyri hálvleik, soleiðis at Neistin byrjaði seinna hálvleiki við einum spælara meiri. Men hetta dugdi heimaliðið ikki at gagnnýta, og ístaðin var tað ágrýtna Stjørnumanningin, ið fekk mest burtur úr hesari støðu. Ístaðin fyri at Neistin í yvirtali kom upp á javnt, megnaði Stjørnan at økja um leiðsluna hesa løtu.
Liðið úr Klaksvík helt á við ágrýtna spælinum, og tær fingu eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki gjørt sær eitt glopp niður til Neistan. Áðrenn Neistin fekk svarað aftur, høvdu gestirnir lagt seg á odda 10-5, og havandi í huga at Neistin hevði sera trupult við at finna vegin til meskarnar, var ilt at ímynda sær, at havnarliðið skuldi fáa gestirnar aftur.
Heimaliðið royndi at koma aftur í aftur, men til tað vóru stjørnurnar úr Klaksvík alt ov sterkar. Tær reyðu høvdu nú fingið luft undir veingirnar, og Agne í málinum tók alt, sum kom í námind av henni. Tað skal tó eisini sigast, at skotroyndirnar hjá neistaleikarunum vóru alt ov óneyvar, tí tær sótu sum oftast rættuliga nær at kroppinum á Agne, sum tí hevði lætt spæl.
Onkuntíð fekk Neistin minkað um munin niður í trý mál, men tá ið Katarina Stepanov legði Stjørnuna á odda 14-9 við brotskasti, tá ið einans góðir fýra minuttir vóru eftir at leika, noyddist sjálvt tann mest bjartskygdi Neistafjepparin síggja veruleikan í eyguni. Tað var ikki í ár, at Neistin skuldi vinna sítt fyrsta gullmerki í fremstu kvinnudeildini í mong ár.
Stjørnan var snøgt sagt ein klassa betur, tá ið avgerandi dysturin var leiktur, og tað var eisini fult uppiborið, at tær mikukvøldið tryggjaðu sær enn eitt føroyameistaraheiti í fremstu kvinnudeildini. Stuttligt var eisini at síggja tann øgiliga rómin á teimum mongu áskoðarunum, ið høvdu leitað sær úr Klaksvík til Havnar í illveðrinum at stuðla sínum liði. Rómurin var øgiligur, og hann var neyvan minni, tá ið Dúgvan seint mikukvøldið kom á Klaksvík við føroyameistarunum. Tá stóð nevnliga stór mannfjøld og tók ímóti, og hetjurnar vóru móttiknar við fýrverki og øðrum góðum, og skipað var fyri stórari samkomu í KÍ-høllini, har nógv fólk var komið saman at heilsa gulliðnum hjá Stjørnuni.