Fótbóltur
Tað hevur verið sagt upp til fleiri ferðir. Føroyameistari verður tað felagið, ið spílar seg mest út fíggjarliga, og sum í størstan mun keypir spælarar úr øðrum feløgum til hópin.
Skal metast eftir lønaryvirlitinum her á síðuni, so er hetta tó langt ífrá allur sannleikin.
Talvan og tilhoyrandi strikumyndir vísa, hvussu nógv einstøku feløgini, sum í fjør vóru í Formula-deildini, hava goldið í løn árini frá 2001 til 2007.
Og her sæst, at einasta ferðin, at meistaraliðið hevur goldið flestu krónurnar í løn, var í 2007, tá NSÍ gjørdist meistari.
Hini árini frá 2001 til 2006 vunnu HB og B36 FM-heitið, men tað var tó hampuliga langt ífrá, at hesi feløg tá vóru tey, sum nýttu størstu upphæddirnar til lønir.
Bíligari í Havn
At Havnarfeløgini liggja í lægra endanum tey árini, sum tey hava vunnið FM, stavar partvíst eisini frá, at hesi ofta sleppa bíligari enn kappingarneytarnir á bygd.
Landafrøðiliga og demografiska býtið av Føroyum er nú einaferð soleiðis, at flestu fólkini, flestu útbúgvingar- og flestu starvstilboðini eru í høvuðsstaðnum, og tí er hetta í sjálvum sær nakað, sum dregur spælarar móti høvuðsstaðarfeløgunum. Tí kunnu havnarfeløgini ofta fáa spælarar, hóast tey bjóða minni samsýningar enn kappingarneytarnir á bygd, og hartil er virðið av til dømis fríari íbúð í Havn alt annað líka størri, enn tað er á bygd.
Sýnir ikki alt
Tað skal tó havast í huga, at yvirlitið her á síðuni ikki sýnir alt. Frír ágóðar eru vanliga eisini nakað av tí, sum feløg veita spælarum sínum. Hesir eru ikki við í yvirlitinum, sum bert sýnir tað, ið er útgoldið umvegis A-skattaskipanina.
Og so er væl eingin loyna, at tað í føroyskum fótbólti eisini eru pengar av meira gráa og svarta slagnum. Hvussu stórar hesar upphæddir eru, er ilt at meta um, og hesar framganga neyvan í einstøku roknskapunum hjá feløgunum.