5-mannafør gentur: FM gullið í hesi kappingini hevur beina kós norður í Sundalagið og til Oyrar. Hesa ferð stýrdi Hvassi frá tí at startspurturin var av, og eina løtu var hann gott og væl leysur av teimum næstu. Í endaspurtinum tóku tær umborð á Erlu Kongsdóttir dyggiliga á, og tað leið væl eftir, men á málinum var Hvassi tað mesta av einari hálvari bátslongd undan grøna bátinum.
Beinta úr Miðvági fylgdi leingi væl við, men tá ið tær fóru um málið, var fjarstøðan fram til Erlu Kongsdóttir tað mesta av tveimum bátslongdum. Spógvin var væl við í kappingini um bronsuplássið.
1 Hvassi 05:09.09
2 Erla Kongsdóttir 05:10.12
3 Beinta 05:15.19
4 Spógvin 05:16.05
5 Ørnin 05:27.06
6 Sílið 05:27.10
Støðan
1 Hvassi 34
2 Erla Kongsdóttir 28
3 Beinta 26
4 Spógvin 20
5 Sílið 15
6 Drekin 5
7 Teistin 3
8 Ørnin 3