Gullið og Europa eru á skránni

Tað eru tveir partar á aldukambinum, sum bresta saman í morgin, har ÍF spælir fyri at vinna gull, og har HB stríðist fyri at halda Europa vegnum opnum

Fartelefonir og radio fara at verða nógv frammi í Fløtugerði í Fuglafirði seinnapartin í morgin. Serliga fara fuglfirðingar at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga við Margáir, og tey í HB fara eisini at hava eygu og oyru við gongdini í Gunda­dali og í Klaksvík.
ÍF hevur tryggjað sær silvur­merkini og harvið bestu endastøðu síðani 1979. Um silvurið skal verða vekslað við gullmerkini, so er fyrra treytin tann, at NSÍ fær stig ímóti EB/Streymi á útivølli. Hin treytin er, at fuglfirðingar vinna fulla úr­tøku á heimavølli ímóti HB. Fyrru treytina fær ÍF einki gjørt við, og seinnu treytina verður tað stórt tak at fáa bilbukt við.
Felags fyri ÍF og HB er, at tað leingi hevur gingið sum eftir ánni. HB hevur vunnið sannførandi sigrar tríggjar tær seinastu ferðirnar, og tað hevur verið uppaftur meiri sann­førandi hjá ÍF. Einasti hálvi kiks­arin í nógvar mánaðir var, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri enn málleysan javnleik burturúr á útivølli ímóti B68. Tað kann fara at vísa seg at verða munurin á gulli og silvuri.
Eftir at HB leingi var í vónleysari støðu, hevur tað seinastu vikurnar roynst so mikið væl, at nú er tað upp til HB sjálvt at gera av, um sigursvanda liðið og stolta felagið skulu tryggja sær rættin at taka lut í europeisku kappingini næsta summar. Tað er møguleiki fyri, at tað í morgin er nóg mikið við javnleiki fyri at røkka europeisku atgongumerkjunum, men um tað bara skal vera upp til HB at gera av, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku.
Allir HB spælararnir og allir ÍF spælararnir eru tøkir undan final­uni í Fuglafirði. Merkisvert er tað, at hvørki HB ella ÍF hava higartil boðað frá, hvør verður venjari næsta kappingarár. Tað er har­við framvegis møguleiki fyri at ávika­víst Sigfríður Clementsen og Flemming Christensen eisini næsta ár fara at hava ábyrgdina av HB og ÍF, men tað er eisini møguleiki fyri, at setn­ingurin í morgin verður tann sein­asti hjá teimum báðum í feløg­unum, sum teir í ár hava havt ábyrgdina av.
Einki hevur verið at frætt um tað enn, men tað er væl hugsandi, at toppskjúttin i EFFOdeildini Clayton Soares eisini næsta ár fer at um­boða ÍF. Um tað í morgin verður far­væl dystur fyri Jákup Mikkelsen í ÍF málinum og fyri Fróða Benjaminsen á HB miðvøllinum er ikki greitt, men tað tykist ikki vera óhugsandi.
Seinastu ferðirnar hevur ÍF havt takið á HB. Í 8. umfari vann ÍF 4-1 í Gundadali á HB, og í 15. umfari vann ÍF 2-0 á heimavølli ímóti HB.

ÍF - HB: Rúni Gaardbo leygardagin klokkan 15.00