Hondbóltur
Eingin ivi var um, hvør átti KÍ-høllina leygardagin. Vágbingar høvdu allan fyrrapartin fartast í stórum tali norður til Klaksvík, og tað er neyvan av eini leið, um gitt verður, at talan helst var um einar 300 vágbingar í høllini.
Og longu langt undan dystinum vóru hesir við til at seta sín stóra dám á stemningin. Rópini dunaðu um alla høllina, og hesi gjørdust ikki færri, tá farið varð undir dystin.
Spæligleðin á mun
VB hevði nevnliga frá fyrsta bríksli takið á heimaliðnum, og skjótt høvdu tær eisini lagt seg á odda við nøkrum málum. Stjørnan royndi at svara aftur, men tað tóktist alla tíðina, sum var tað VB, sum hevði munin hesaferð.
Ikki minst tí VB helst eisini hevði ein størri motivatiónsfaktor. Gamaní vildi Stjørnan sjálvandi fegin vinna dystin, men ágrýtni hjá VB var munandi størri, og tað skiltist á øllum brøgdum, at tær fram um hinar eisini høvdu spæligleðina.
Tað skal tó sigast Stjørnuni til rós, at tær hóast alt vóru væl við í dystinum. Ein dystur, sum var leiktur, eftir at spælararnir mest sum hava ligið í dvala í fleiri vikur, har tær hava havt onkra staðni millum lítið og einki at stríðas fyri.
Virðiligir meistarar
Skal takast samanum árið, so fæst illa nøkur onnur staðfesting, enn at VB vóru virðiligir meistarar. Avgerðin mundi sum so fella, tá tær vunnu heimadystin á Stjørnuni, tí góði málmunrin vísti seg tá sum tað eyka stigið, ið kundi tryggja gullið.
Tað hevur eisini viðført eitt orðaskifti um, hvussu kvinnukappingin skal skipast. Tí sum støðan var tá, so tóktist tað hava kostað Stjørnuni dýrt, at tær í fleiri dystum í grundspælinum ikki tóktust leggja ov nógv í, hvussu nógv mál dystirnir vórðu vunnir við. M.a. varð talan tvær ferðir um teprar sigrar á StÍF, og hetta gjørdi VB sær dælt av. Tær royndu nevnliga at fáa maksimalt av málum burturúr alla tíðina, og hetta var eisini nakað, sum lønti seg.
Nú sigur stigatalvan sjálvandi, at tað vórðu stigini ? og ikki málini ? sum í seinasta enda vórðu avgerandi, men veruleikin er kanska eins nógv ein annar.
Men hetta skal á ongan hátt taka gleðina um gullið frá VB. Tær hava gjøgnum árið verið liðið, sum hevur sýnt besta hondbóltsspælið, og málmunur ella ikki, so skal tað ikki forsmáast, at tær seinna dystin í endaspælinum vundu burtur úr Stjørnuni. Kanska var tað í veruleikanum tann dysturin, sum vigaði mest, tá málini skuldu teljast saman, og so høvdu hinir dystirnir kanska ikki heilt so stóran týdning kortini.
Tillukku VB!
Fakta um dystin
Stjørnan-VB 27-29 (12-16)
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 8(2), Annika Ljósstein 6, Katarina Stepanov 4, Bára S. Klakstein 3, Anna Kristina Samson 3, Louisa Andreasen 1, Joan M. Djordjevic 1, Una Olsen 1
VB: Aukse Vysniaskaite 11(1), Daiva Toumaite 6, Gurið Mortensen 6, Christina Holm 3, Rannvá Augustinussen 2, Sólrun Krosslá 1
Brotskøst: Stjørnan 6, VB 2
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 3
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum