Hann verður ikki indiánari hesaferð, og tónleikurin verður ikki so harður, sum hann onkuntíð plagdi at vera.
Gulli Johansen er við í Prix Føroyum aftur hesaferð, men hann er farin frá at vera solistur til at vera partur av eini duett saman við einari gøtukvinnu ? Malan Tyril.
Tey hava arbeitt saman um tónleik í eitt umleið eitt hálvt ár, og tað, sum varð reinur techno-tónleikur, er nú blivin ein meldur av øllum møguligum tónleikastílum.
? Prix Føroyar verður fyrsta framførsla hjá bólkinum, tó Gulli hevur havt sínar royndr fyrr á palli, sum indianara og ymiskt annað, so verður ikki sovorið á skránni hesa ferð. Dimmi hevur ikki nakað við tað at gera, siga tey bæði í bólkinum.
Elektroniskur tónleikur
Tá ið Gulli Johansen fyri tveimum árum síðani var við til Prix Føroyar var tað við lutvíst forritaðum tónleiki, sangi og gittarspæli. Hann hevði gjørt alt einsamallur og var eisini einsamallur á pallinum til framførsluni.
Aftur hesaferð er tónleikurin fyri ein part elektroniskur, og Gulli hevur aftur staðið fyri at forritað, hóast tey bæði í bólkinum í felag arbeiða við tónleikinum