Gullið verður kanska avgreitt

Vinnur ÍF á Giljanesi, samstundis sum Mjølnir tapir á Tvøroyri, kunnu kvinnurnar hjá ÍF longu leygardagin rópa seg meistarar

Kvinnuflogbóltur

TB spældi sær av við møguleikan at endurvinna føroyameistaraskapin seinasta vikuskifti. Tí er einki trýst á teimum longur, men møguleikin fyri silvuri er mestsum heldur ikki til, so hjá TB er bara æran eftir og so sjálvandi tað, at tær kunnu arga Mjølnir eitt sindur.
Hjá Mjølni má sigurin fáast í hús, tí annars er als einki at ivast í, at ÍF tekur gullið. Seinasti dysturin hjá ÍF er ímóti KÍF á heimavølli, og tað úrslitið kann ikki vera nakað at kjakast um, so FM-heitið kann í grundini verða avgjørt í Trongisvági longu leygardagin, um so er at TB vinnur.

Nú skal tað vera hjá ÍF
Dysturin á Giljanesi ímóti Drátti er seinasta forðingin hjá ÍF á gullkósini. ÍF hevur ongantíð verið so væl fyri sum júst nú, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at ÍF er so nær við FM-gullið. Dráttur hevur tí avgerandi leiklut í FM-stríðnum, tí tær kunnu koma at avgera hvar gullið endar.
Dysturin er als ikki nøkur løtt uppgáva hjá ÍF, men liðið er so mikið væl fyri hvat slagstyrki viðvíkur, at dysturin eigur at kunna verða vunnin bara við tí, men tá er eisini neyðugt, at tær báðar útlendsku hava ein góðan dag, og ikki minst at móttøkurnar liggja, sum tær skulu.

KÍF endar aftast
Líkamikið hvat úrslitið verður, so endar KÍF aftast. Liðið var annars væl við í fyrru hálvu, men nú í seinastuni hevur ikki ligið so væl fyri. Neyðugt hevur verið at broytt liðið nakað, men serliga tað, at leikararnir ikki hava nógvu royndirnar ger uppgávuna trupla.
Fleyr má bara hyggja frameftir, tí hetta kappingarárið er ikki gamla stórfelagnum verdugt. Tað kann bara gerast betri.