Alt gekk í kvøld upp í eina hægri eind hjá FM favorittunum í Víkingi.
Veðrið var av tí fagrasta í Sarpugerði, har grannarnir í NSÍ vóru á vitjan. Úrslitið var, at Víkingur vann 3-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 57 stig. Næst Víkingi er HB við 48 stigum, og í hølunum á HB er KÍ, sum hevur 45 stig og í morgin fær vitjan av Skála.
Víkingur og KÍ eiga útsettan dyst, sum er settur at vera í Sarpugerði mikudagin 25. september.
HB hevur møguleika at vinna í mesta lagi 18 stig. Týskvøldið og aftur í kvøld var talan um bummtúr hjá høvuðsstaðarfelagnum í Eysturoy. Týskvøldið endaði tað við 3-2 tapi í Runavík, og í kvøld tapti HB 2-1 í Fuglafirði. Tað eru úrslit, sum bera við sær, at FM heitið er nærri Víkingi.
Víkingur hevur vunnið 19 dystir og tapt ein dyst. Tí er als einki forgjørt í tí at siga, at nú liggja FM gullkrónurnar og FM steypið á silvurfati í Sarpugerði.
Næsta vikuskifti verður steðgur í landskappingini, tí landsliðið fer at spæla tveir dystir í Nations League. Eftir landsliðssteðgin eigur Víkingur B68 á útivølli, EB/Streym á heimavølli og so Skála á útivølli. Tann dysturin verður 30. september, og tað er heilt stórt sannlíki fyri, at tey í Eysturkommunu tann dagin fara av Skála og aftur um Gøtueið við vissuni um, at teirra felag í 2024 verður FM vinnari.
Í kvøld var tað málleyst eftir fyrra hálvleik. Víkingur var greitt omaná undan steðginum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen, sum var tryggur í NSÍ málinum.
20 minuttir eftir steðgin eydnaðist tað Víkingi at fáa hol á. Í dag var Géza Dávid Turi ikki á listanum. Hann plagar at vera stpælskipari. Í hansara stað var Árni Nóa Atlason, og tað var hann, sum fyri triðju ferð í ár var málskjútti. Eftir horna úr vinstru frá Poul Kallsberg stýrdi hann við høvdinum bóltin í málið og so var 1-0.
Jørgen Nielsen, Ari Olsen og sera eyðsýndi Jákup Johansen vórðu skiftir inn á liðið hjá Víkingi í seinna hálvleiki. Tíggju minuttir undan leikloki økti Jørgen Nielsen um munin til 2-0. Tað var eftir innlegg úr høgru frá Jákupi Johansen. Hetta var fjórða málið hjá Jørgeni Nielsen í ár.
Jákup Johansen var 3-0 málskjútti, tá ið klokkan var farin meiri enn fýra minuttir út um vanligu leiktíðina. Uppleggið átti Poul Kallsberg. Hetta var fjórða málið hjá Jákupi Johansen í ár. Hann var fyrr í ár nógv skaðadarvaður.