Gulllaksur í Miðvági

Føroya Fiskavirking hevur sett eina nýggja gullaksalinju upp á virkinum í Miðvági. Tað fer at geva støðugari arbeiði á virkinum um summarið

 

Fiskivinna

Ein nýggja gulllaksalinja er sett upp á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági. Linjan verður nú royndarkoyrd.

Fyri umleið fjúrtan døgum síðan varð ein gulllaksalingja sett upp í Miðvági. Talan er um eina íløgu upp á eina góða milión ella so, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen.

Aðrastaðni í blaðnum í dag mælir hann til varsemi í vinnuni. Men hann heldur kortini ikki, at hendan íløgan kann bíða.

?Høvuðsgrundin til, at vit gera hesa íløguna er, at vit vilja fáa støðugari arbeiði á virkinum. Við hesum kunnu vit bjóða fólki arbeiði hvønn dag, og tað má væl vera tað, sum telur, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking.

Hann greiðir frá, at virkið í Miðvági í stóran mun hevur arbeitt hýsu. Veturin er hýsutíð, og um summarið hevur so verið heldur lakari.

Men gulllaksurin er summarfiskur, so nú ein gulllaksalinja er sett upp, fer tað at geva støðugari arbeiði á virkinum, sigur stjórin.

Tað eru fýra trolarar, tvey pør, sum fiska gulllaks undir Føroyum. Teir eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, umframt Stjørnuna og Polarhav. Fiskurin verður keyptur á uppboðssølu í almennari kapping, sigur Meinhard Jacobsen.

Hann ber ikki ótta fyri, at tað verður ov nógv roynd eftir gulllaksinum, hóast eitt virki aftrat fer at arbeiða hendan fiskin. So mikið er til, sigur hann, at tað fer at bera hesa framleiðsluna.

Ein onnur grund til, at Føroya Fiskavirking nú fer undir hesa framleiðsluna er, at Føroya Fiskavirking hevur fingið rætitliga nógvar fyrispurningar frá útlendskum keyparum, sum vilja hava gulllaks.

?Sjálvandi vita vit ikki, um hesin áhugin eisini verður komandi ár, men vit gera so íløguna fyri at nøkta verandi tørv, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.

Summartíðin er ring tíð til arbeiðsmegi. Fólk vilja, sum vera man, hava summarfrí. Men tað fer ikki at verða nakar trupulleiki hjá Føroya Fiskavirking í Miðvági, sigur Meinhard Jacobsen.

Í fyrsta lagi krevur hendan gulllaksalinjan ikki serliga nógv fólk. Og í øðrum lagi er avtalað við arbeiðsfólkið á virkinum at tey skiftast um at halda summarfrí, so virkið kann koyra alla tíðina.

Annars sigur stjórin á Føroya Fiskavirking, at tey av og á merkja, at tað er í minna lagi av arbeiðmegi at fáa. Tá er tað, at hugsað verður um, hvørt tað er rætt at innflyta arbeiðsfólk ella ikki.

Hann er ikki serliga áhugaður í at fáa ov nógva fremmanda arbeiðsmegi hendanveg. Vit eiga at klára okkum við okkara egna fólki, heldur hann.

Ikki tað, at hann hevur nakað í móti fremmandari arbeiðsmegi. Men hann metir bara ikki, at vit hava umstøður til at hýsa teimum.

Tey krevja eins og øll onnur tak yvir høvdið og annars allar teir hentleikar og tilboð, sum øll onnur í samfelagnum hava. Og tað gongur nógvastðani upp sum er at hýsa teimum, sum frammanundan búgva í landinum.

?Tað fellur kanska onkrum fyri brósti, at tað verður sagt soleiðis. Men veruleikin er, at vit noyðast at fyrihalda okkum til støðuna, sum hon er, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.