Gullportrið breiðkaðist

Tá Stjørnan fekk ferðina á spælinum upp og samstundis helt uppat við at tveita óneyðugar bóltar burtur, fekk illa sperda VB-liðið ikki staðið ímóti trýstinum, sum endaði við stórsigri til heimaliðið

Hondbóltur

So hevur VB mist fyrstu stigini. Tað stóð greitt, eftir at Stjørnan á heimavølli vann ein sigur, sum á pappírinum gjørdist óvæntað tryggur.
Ikki minni enn 26-18 gjørdist endaliga úrslitið, men fram til seinastu 10 minuttirnar var talan um eina sera javna og spennandi uppgerð, har VB í longum løtum hevði betra takið í dystinum.

Gjørdist tungt
Tað stóð tó tíðliga greitt, at talan mundi fara at gerast um ein av heilt tungu døgunum hjá VB. Dysturin var ikki meira enn góðar tveir minuttir gamal, tá Gurið Mortensen brádliga small í gólvið. Ein hendiligur samanstoytur millum hana og Unu Olsen gav úrslit í einum illa keiktum fóti, og so var ikki hugsingur hjá henni um at halda fram.
Eina langa løtu var tað eisini so, at hetta órógvaði VB-liðið almikið. Skipanin í verjuni fór til tíðir heilt út av lagi, og óteljandi ferðir fekk Stjørnan leikt seg fram til opnar málmøguleikar, men trupulleikin var bara, at mest sum allir av hesum vórðu misnýttir. Fyrstu longu løtuna var tað bert Anna Kristina Samson, sum megnaði at umseta nakað av møguleikunum til mál, meðan liðfelagar hennara skiftust um at misnýta møguleikarnar. Tí megnaði VB alla tíðina at halda tjóðurið heilt stutt, og móti endanum av hálvleikinum fóru gestirnir eisini at draga frá. Stjørnan tóktist alt meira frustrerað, og í nógvum førum kom hetta til sjóndar í væntandi tolsemi, har serliga Annika Ljósstein og Katarina Stepanov vóru alt ov skjótar við sínum avslutningum.
VB gav sær hinvegin góðar stundir. Sjáldan varð ferðin sett upp á eitt støði, har leikararnir ikki fylgdu við, og í Auksa Vysniaskaite hava tær ein skjútta, sum at kalla kann skjóta gjøgnum heilt. Til tíðir tóktist tað í øllum førum gera tað sama, hvussu Stjørnan royndi at verja fyri, tí úrslitið var kortini tað sama hvørja ferð.

Ferðin kom upp
Og sum hálvleikurin gekk, so fekk VB eisini alt betri tak á egnum spæli. Missurin av Gurið tóktist ikki so eyðsýndur, sum hann var fyrsta korterið alla so, og var tað nakar av vónríku heimaáskoðarunum, sum høvdu hug at fara heim í steðginum, so var hetta væl skiljandi. Eitt var, at VB var á odda við trimum málum. Annað var tað, at enn hevði Stjørnan at kalla ikki givið nakað tekin um, at tær ætlaðu sær at vinna dystin.
Men seinasti hálvi tímin gjørdist tó ein framsýning í, hvussu tú vendir einum hondbóltsdysti. VB átti fyrsta málið, men so setti heimaliðið ferð á. Eftir góðum tíggju minuttum høvdu tær togað seg framum VB, og tó at gestirnir royndu at fylgja við, so gekk hetta ikki. Tær fingu skil á verjuni, har alt størri dentur varð lagdur á at vera fyri skotsterku Vysniaskaite, og tá Lidija í málinum nú eisini fór at taka fleiri av skotunum, lá væl fyri hjá Stjørnuni at fara undir eyðkenda kontra-spælið. Lyklaleikarin í øllum hesum var uttan iva Joan M. Djordjevic. Í verjuni megnaði hon hesa løtuna í stóran mun at skugga út fyri Vysniaskaite, og í fleiri ferðir var tað hon, sum átti neyvar sendingar, tá Stjørnan kontraði niðaneftir. Og so megnaði hon eisini at átaka sær leiklutin sum kreativa høvdið, tá Stjørnan loksins hevði nøkur vanlig álop.
Og spakuliga fall alt soleiðis saman hjá meistarunum. Ivaleyst var talan eins nógv um sálarliga sum kropsliga møði, og seinastu góðu tíggju minuttirnar bar snøgt sagt einki til. Bóltar vórðu tveittir burtur til høgru og vinstru, og so var lag á manni hjá vertunum, sum náðisleyst revsaðu at kalla hvørja ferð.

Gullstríðið víðopið
Og við hesum úrslitinum er oddastríðið aftur blást víðopið. Eitt oddastríð, har VB annars eins og í fjør hevur hótt við at leypa undan hinum, men tann ætlanin steðgaði so fyribils sunnudagin. Tað er tó einki at ivast í, at VB framvegis er ein av heitastu gullbiðlunum. Tá Daiva og Gurið aftur eru tøkar, hevur liðið hartil neyðugu breiddina, soleiðis at somu leikarar ikki noyðast at pøsa seg upp ígjøgnum ein heilan dyst, og so verður ringt at standa fyri. Men tað er eisini neyðugt hjá liðnum, at lyklaleikararnir koma fyri seg skjótt. Komandi vikuskifti kemur StÍF á vitjan, áðrenn VÍF bíðar í Vestmanna, so stundir eru ikki til nógv mistøk afturat av hesum slagnum.
Hjá Stjørnuni var sigurin sjálvsagt av alstórum týdningi, nú tað veruliga skuldi prógvast, at vána byrjanin ikki var orsakað av vánaligum leikaratilfari. Serliga í seinna hálvleiki sýndi liðið hondbóltsspæl, sum kann toga tær heilt upp á ovastu tindarnar, men hóast hetta, so vóru í løtum tekin um, at liðið í sera stóran mun er tengt á avrikunum hjá einstøku leikarunum. Ikki minst hjá Joan, sum fyri tað mesta var einsamalt kreativt høvd hjá Stjørnuni, meðan hinar í bakketuni einamest tykjast koyra upp á kropsligu styrkina. Heldur ikki ein vánaligur eginleiki, men í tøttum dystum kann hetta gerast ov einstáttað, og tí er helst neyðugt hjá liðnum at venja onnur alternativ til álopsspælið afturat teimum verandi.
Men tað fáa tær eisini betri frið til nú. Friðurin mundi í øllum førum økjast við hesum sigrinum, og við einum dysti móti Søljuni, áðrenn Neistin kemur á vitjan tykiast pappírið eisini laga tað so, at okkurt nýtt kann roynast áðrenn truplu dystirnir aftur eru á skránni.

Dysturin í tølum
Stjørnan-VB 26-18 (9-12)
Málskjúttar:
Stjørnan: Annika Ljósstein 7(4), Anna Kristina Samson 7, Bára S. Klakstein 4, Una Olsen 4, Joan M. Djordjevic 3, Katarina Stepanov 1
VB: Auske Vysniaskaite 9(4), Eyðbritt Krosslá 3, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Eydis Kjærbo 1, Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: Stjørnan 5, VB 7
Útvísingar: Stjørnan 5, VB 4
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu allan vegin sera gott tak á.