Gullradio: Ólavur hevur ábyrgdina av effo-liðnum

(Gullradio) Hoyr Gullradio-prátið Petur Asbjørn Lervig hevði við Ólav Thomsen, sum er næstformaður hjá Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Gullradio-samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við næstformannin hjá Víkingi.

 

Umframt at verða næstformaður í felagnum hevur Ólavur Thomsen ábyrgdina av effo-liðnum. Enn eru ikki allir sáttmálar komnir uppá pláss, men longu nú kann Ólavur Thomsen staðfesta, at tað verða nakrar broytingar í hópinum. Ólavur Thomsen er tó ikki óttafullur um framtíðina, tí unga 1. deildarliðið vann silvur, og har eru menn, sum kunnu fylla skógvarnar hjá teimum eldru spælarunum, ið gevast ella fara at gevast skjótt.

 

Ólavur Thomsen sigur, at hann hevði vónað, og hann hevði ein illgruna um, at tað kundi eydnast Víkingi at endurvinna FM. Hann sigur, at tað var áhugavert at hoyra teir sonevndu serfrøðingarnar tosa um "gomlu" spælararnar hjá Víkingi, sum gjørdu tað framúr væl tá samanum kom.