Morgunsendingin á Rás2 í morgin verður merkt av hondbólti, har Føroyameistarnir, Stjørnan hjá kvinnum, og Neistin hjá monnum verða heiðraðir. Ringt verður til leikarar, venjarar, leiðarar og veteranar, og onkur fólk komu eisini oman í studio. Vit frætta eisini frá Jákupi Mørk, sum er á ferð við kvinnulandsliðnum, har fleiri av leikarunum, sum leiktu við í teimum trimum FM-finalunum eru við. Nógvur champions-tónleikur verður eisini spældur, og sjálvsagt eisini Neista- og Stjørnuløg. Til ber hjá Stjørnu-viðhaldsfólkum og Neista-viðhaldsfólkum at sms´a eina heilsu ella kvøðu til Stjørnuna og Neistan á tlf.nr. 559999. Tað ber sjálvsagt eisini til hjá leikarum og viðhaldsfólkum hjá øðrum feløgum at sms´a eina heilsu til Stjørnuna og Neistan. Viðmerkingar um kappingarárið í síni heild eru eisini meir enn vælkomnar. Sms-skipanin verður opnað kl. 9.10 í morgin.