EB/Streymafjepparar hava sjálvsagt ein gullsang kláran, nú gull er vunnið. Gullsangurin er tøkur á netinum og kann takast niður. Hann er at finna á www.myspace.com/icast1. Og tað er nú ikki tað einasta EB/Streyma-fjeppið, sum kann finnast á netinum. Eru viðhaldsfólkini framvegis tyst eftir málum, liggja dystarbrot frá øllum heimadystunum hjá EB/Streymi í ár á youtube, har tað er bæði skjótt og ómaksleyst at finna vegin fram.