Fípan Fagra vann teirra annað róður á rað á Skála leygardagin. Gleðin var stór, tá boðini komu, at Fípan var eitt sekund fyrri um málstrikuna enn Ritan.
- Vit fingu ikki ein góðan start, men við einum góðum miðróðri og serliga endaspurti fingu vit hálað sigurin heim, greiðir Evald frá, meðan hann og hinir vinnararnir úr Klaksvíkar róðrarfelag vórðu heiðrað í neystinum í Klaksvík.
Kappingin hjá 5 mannaførunum við dreingjum er sera spennandi, og bert tað eina stigið skilir Fípuna og Rituna.
- Vit eru hamrandi nervøsir fyri teimum báðum róðrunum, sum nú eru eftir. Men um vit vinna hvør sín róður afturat, so vinna vit FM, greiðir lærmaðurin frá.
Hann heldur, at manningarnar á ávíkavist Rituni og Fípuni eru sera væl fyri, og tískil er hann sannførdur um, at kappingin fer at standa við og harðna.
- Men vit vóna sjálvandi, at vit fara at klára at vinna restina, sigur Evald Johannesen at enda.