2. deild
Spenningurin í aðru deild var fyri tað mesta útloystur, tá seinsta umfarið var á skránni. ÍF hevur alt árið víst seg at vera í einum flokki fyri seg, og tó at teir hava tapt móti teimum báðum niðastu liðunum í deildini, so hevur oddasessurin ongantíð av álvara verið í vanda. Hvørja ferð tað hevur staðið nakað á, hava teir tvørturímóti reist seg eitt stórt fet omanfyri hini liðini, og eftir greiða sigurin á Sevmýru í heyst mundi eingin vera í iva um, hvønn vegin tað bar.
Týdningarleysar uppgerðir
Og á seinasta leikdegi var eingin sum heilst ivi um, at ÍF var rætti vinnarin av deildini. Sumba var á vitjan, og teir sluppu bara at spæla við eina løtu. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 1-1, men so setti ÍF ferð á, og við fimm málum á rað staðfestu teir endaligt, at talan verður um fótbólt í bestu deildini komandi ár.
Næst fremsta liðið í deildini er TB, og teir løgdu ikki ov nógv fyri, tá vitjað varð á Sandoynni. Endaliga úrslitið av dystinum varð 4-0 til B71, men tað hoyrir helst við søguna, at TB her royndi at spara nakrar av vanliga føstu monnunum. Liðið hevur tveir altavgerandi dystir móti Skála fyri framman í dystinum um at fáa pláss í fyrstu deild komandi kappingarár, og so vórðu eingi óráð tikin fyri.
Í Havn høvdu B36 og B68 avgreitt sínamillum uppgerðina longu fríggjakvøldið, og her eydnðiast toftamonnum at siga farvæl við deildina við einum stigi um ikki annað. B68 var annars á odda 3-1 eitt skifti, men teir megnaðu ikki at halda fast um leiðsluna.
Í Klaksvík tók KÍ á seinasta leikdegi móti AB.
At fleiri KÍ spælarar í 1. deild vóru leikbannaðir hevði við sær, at onkrir av stuðulsspælarunum á næstbesta KÍ liðnum vóru í Gundadali. Tí var miðalaldurin á liðnum í Klaksvík rættuliga lágur. Meiri enn helmingurin av spælarunum hava unglingaaldur, og teir stóðu seg væl. Hetta er kanska eitt sindur undarligt, tá ið havt verður í huga, at KÍ unglingarnir ikki megnaðu at spæla seg víðari í FM kappingina. Men tað hevur ikki verið fyrr enn eftir summarsteðgin, at skil er komið á unglingaliðið, sum vann kappingina í heyst millum B36, LÍF, NSÍ og KÍ. At evnaríku unglingarnir fingu tað at rigga sum lið eigur ikki minst nýggi venjarin hjá teimum ? hann var eisini á beinkinum leygardagin ? Jóan Pauli Jacobsen heiðurin fyri. Eftir lestrarár á flatlondum er hann í summar komin aftur til Klaksvíkar.
KÍ hevði fleiri málmøguleikar ímóti AB, men tað eydnaðist bara eina ferð at fáa mál. Marius Nystrøm, sum var miðvallari í vinstru, stýrdi tætt undir málinum eftir innlegg úr høgru, sum var farið framvið fleiri við? og mótstøðumonnum, bóltinum í málið. Tá restaðu tað tjúgu minuttir.
LÍF skal spæla fyri lívinum
Einasti dysturin, sum hevði nakað veruligt uppá seg, varð leiktur í Vági leygardagin. Har var LÍF á vitjan, og undan uppgerðini stóð greitt, at taparin av dystinum varð partur av seinastu báðum dystunum um upp- og niðurflyting millum aðru- og triðju deild.
Og her eydnaðist VB at vinna. VB hevði fyri tað mesta eina trygga leiðslu í dystinum, men seinastu løtuna løgdu gestirnir nógv fyri, men nóg mikið varð tað ikki. Og soleiðis noyðast leirvíkingar nú at leingja kappingarárið nakað, áðrenn teir kunnu fara í vetrarfrí.
Úrslit
B68-B36 3-3
B71-TB 4-0
ÍF-Sumba 6-1
KÍ-AB 1-0
VB-LÍF 4-3