Didier Drogba og Yaya Toure eru landsmenn. Teir koma báðir úr afrikanska landinum Fílabeinsstrondin. Teir spæla við ávíkavist Chelsea og Manchester City. Báðir hava teir avgerandi leiklut á sínum liðið.
Didier Drogba er størra navnið, men bæði Barcelona og Manchester City hava sæð virðið í Yaya Toure, sum er millum løntungastu leikararnar í Premier League í dag.
Í hvørsínum lag prógvaðu teir sína støðu, sum nakrir av teimum týdningarmiklastu og bestu leikararunum í Onglandi um vikuskiftið.
34-ára gamli Didier Drogba spældi enn eina ferð ein branddyst fyri Chelsea í einum stórdysti. Hann skoraði annað málið í 2-1 sigrinum á Liverpool í FA Cup finlauni. Umframt at skora, so kom hann eisini væl frá uppgávuni sum fremsti maður.
Í Newcastle var Yaya Toure dagsins leikari, tá Manchester City tók eitt risa fet móti fyrsta enska meistaraheitinum í yvir 40 ár. Tjúgu minuttir fyri tíð legði hann teir ljósabláu á odda við góðum innarasíðu sparki. Stutt fyri tíð avgjørdi hann dystin við máli til 2-0. Vinnur Manchester City í seinasta umfari, so vera teir sannlíkt meistarar.
Umvegis Frakland til Premier League
Didier Drogba er føddur í Fílabeinsstrondini. Sum heilt ungur sendu foreldrini hann til fraklands at búgva. Hann treivst ikki so væl og flutti aftur til heimlandið. Her mistu bæði foreldrini arbeiði og tí gekk leiðin aftur til fraklands, nú við foreldrinum.
Didier Drogba var sum so einki stórtalent sum yngri. Hann royndist væl á ungdómsliðnum hjá Levallois, men sum 18-ára gamal megnaði hann ikki vinna seg á fyrsta liðið
Ikki fyrr enn hann var 21-ára gamal skrivaði hann ein fulltíðar sáttmála við eitt felag. Hann skifti í 1997 til Le Mans og í 1999 gjørdist hann á fyrsta sinni fulltíðar fótbóltsleikari. Tað tók eisini framherjanum fleiri ár at venja seg við lívið sum fulltíðarfótbóltsleikari.
Tíðliga í 2002 fekk Guingamp eyguni upp fyri Didier Drogba. Hann varð keyptur fyri undir eina millión krónur. Her spældi hann hálvthundrað dystir og skoraði 24 mál. Hann spældi eisini sín fyrsta landsdyst fyri Fílabeinsstrondina í 2002.
Tað fekk franska stórfelagið, Marseille, at leggja áleið 30 milliónir krónur á borið fyri kropsliga sterka framherjan.
Í Marseille gjørdist skjótt greitt, at Didier Drogba var ein heilt serstakur leikari. Hann skjeyt 32 mál í 55 dystinum og var kosin til ársins leikarar í fronskum fótbólti. Av teimum 32 málunum vóru fimm skotin í Champions League og seks í UEFA Cup.
Í 2004 keypti Chelsea Didier Drogba fyri nakað yvir 200 milliónir krónur. Hann er nú í holt við sítt kappingarár nummar átta sum Chelsea leikari.
Stórt navn
At Didier Drogba er eitt stórt navn í fótbólti kom til sjóndar á degnum undan finaluni. The Graham Norton Show, sum samlar nakrar av teimum størstu films- og tónleikastjørninum hvørt fríggjakvøld á BBC, hevði hesa ferð Didier Drogba við á listanum.
Verturin, sum einki kennir til fótbólt og sjáldan hevur fótbóltsleikarar á vitjan, tóktist heldur ikki tryggur við at tosa um fótbólt. Men hann nam við tvey ting, sum eyðkenna Didier Drogba. Hansara hetjustatus og hjálpararbeiði í heimlandinum, har millum annað ein bygd er uppkalla eftir honum, og hansara tendens til at tveita seg runt á vøllinum og yvirspæla sína skaðar.
Í 2010 kom hann sum tann einasti fótbóltsspælarin á Topp 100 listan hjá Time Magazine yvir fólk í hava størst ávirkan í heiminum.
Tað er serliga hansara leiklutur í borgarakrígginum í Fílabeinsstrondini, har hann saman við restina av fótbóltslandsliðnum bønaði og bað fólkið um at gevast við kríggjast, sum tryggjaði honum eitt pláss á listanum.
Hóast Didier Drogba er stórur og sterkur, so hevur hann, sum so nógvir aðrir fótbóltsleikarar, tað við at tveita seg nakað lætt. Hetta hevur fylgt honum leingi. Tað var serliga fyrstu árini í Chelsea har kritikkurin heglaði omanfyri framherjan, men seinnu árini hevur lítið og einki verið at sæð til hendan óvanan, sum í dag er at síggja í at kalla hvørjum dysti kring heimin.
Mest av øllum, so er Didier Drogba ein leikari, ið tí kanst líta á í teimum týdningarmiklu dystinum. Hann skjýtur ikki eins nógv mál og eitt nú Thierry Henry, Ruud van Nistelrooy og Alan Shearer gjørdu, men tá hann skorar, so telja tey mangan nógv.
Stríðsviljin og arbeiðisavrikini í fleiri av týdningarmiklastu dystinum hjá Chelsea, hava mangan talt fyri fleiri mans og tí skal hann ikki bara vigast eftir hvussu nógv mál hann hevur skotið. Hann tilførur liðnum so ómetaliga nógv annað.
Fjórði FA Cup sigurin upp á seks ár
Leygardagin spældi Chelsea sína fjórðu FA Cup finalu upp á seks ár. Fremsti maður var fyri fjórðu ferð Didier Drogba og fyri fjórðu ferð á rað, so skoraði hann eisini.
Dysturin var merktur av at hvørki av liðnum varð sinnað at leypa á. Didier Drogba var einsamallur maður frammi hjá Chelsea, meðan Luis Suarez somueliðis var einsamallur maður frammi hjá Liverpool.
Tað kom tí ikki óvart á, at tað skuldi ein villa til áðrenn annað liðið fekk hol á. Á miðvøllinum misti Jay Spearing bóltin í uppspælinum. Chelsea fór í skjótálop og Ramires fór tvísporandi avstað í høgru síðu. Hann rann framvið Liverpool verjuni og smekkaði til. Pepe Reina í Liverpool málinum fekk knúgvan á, men tað var ikki nóg mikið til at steðga skotinum frá brasilsku orkubumbuni á miðvøllinum hjá Chelsea.
Sutt inn í seinna hálvleik økti fílabeinsstrandingurin í Chelsea álopinum. Frank Lampard sendi bóltin beint í føturnar á Didier Drogba, sum hóast hart kroystur fekk skot á við vinstra beini. Bólturin fór millum beinini á Liverpool verjuleikara og í handrara síðunet.
Við málinum gjørdist Didier Drogba tann fyrsti leikarin nakrantíð, sum hevur skorað í fýra FA Cup finalum.
Eftir málið skiftið Liverpool Andy Carroll inn. Einsamallur hálaði hann eitt hugflogstómt Liverpool lið inn í dystin aftur. Fyrst minkaði hann um munin og stutt fyri tíð var hann um reppið at javnað, men Petr Cech stórbjargaði á sjálvari málstrikuni.
Chelsea stóð móti trýstinum seinastu minuttirnar og er fyri sjeyndu ferð vinnari av FA Cup.
Yaya ferðast víða um
Yaya Toure er yngri beiggin hjá Kolo Toure, sum í fleiri ár var tann navnframi at teimum báðum, tá hann stýrdi verjuni hjá Arsenal. Men við tíðini hevur Yaya Toure yvirhálað beiggja sín og er í dag millum best løtu leikararnar í heiminum.
Yaya Toure hevur ferðast víða um í evropskum fótbólti. Yrkisleiðin byrjaði í belgiska Beveren í 2001 har hann spældi í tvey ár. Síðani skifti hann til ukreinskan fótbólt í hálvt annað ár.
Tað er um hetta mundið, at Yaya Toure royndarvenur við Arsenal. Tað eru ymiskar søgur um hví Arsene Wenger ikki keypti hann. Onkur søga sigur at hann var ikki nóg góður, meðan aðrar siga at hann ikki fekk arbeiðis- og uppihaldsloyvi í Onglandi.
Doyptur “tann nýggi Patrick Vieira” skifti hann til Olympiacos í Grikkalandi. Eftir hetta kappingarárið umboðar hann Fílabeinsstrondina í HM endaspælinum í 2006 og skiftir til franska Monaco.
Eftir eitt ár í Monaco skiftir hann til Barcelona, sum er í holt við at byggja á nýggjum eftir trý góð ár. Venjaraskiftið í Barcelona er ikki til fyrimuns fyri Yaya Toure, tí Josep Guardiola velur Sergio Busquets framum hann á verjukenda miðvøllinum.
Yaya Toure er við í Champions League finaluni, tá Barcelona vinnur 2-0 á Manchester United, men tað er bara vegna skaðar í verjuni.
Í 2010 verður Yaya Toure liðfelagi við eldra beiggjan, tá hann fyri yvir 200 milliónir krónur skiftir til Manchester City.
Bretskir fjølmiðlar vilja verða við, at Yaya Toure fær eina vikuløn upp á tvær milliónir krónur. Tað er hægsta lønin í Premeir League um hetta mundið.
Óvanligi miðvallarin
Yaya Toure sær í nógvar mátar ikki út sum ein álopskendur miðvallari. Ein kann næstan lýsa hann sum stóran og ófantaligan. Ella soleiðis kann hann tykjast líka til hann setur ferð á og rekur fram við fleiri leikarum.
Hann sær út sum hann hoyrur heima í miðverjuni ella kanska sum ein sokallaður “target man” í álopinum.
Í Barcelona spældi hann fyri tað mesta á verjukenda miðvøllinum. Tað var eisini tað Manchester City viðhaldsfólkini hildu at tey høvdu keypt, tá Yaya Toure skifti til Premier League.
Í novembur mánaði í 2010 spældu Manchester City og Manchester United málleysan javnleik á táverandi City of Manchester Stadium. Yaya Toure spældi sum næstfremsti maður aftanfyri Carlos Tevez og tað dámdi viðhaldsfólkunum einki. Hann fekk nógvan kritikk frá viðhaldsfólkunum og viðmerkjarum.
Roberto Mancini hevði hinvegin sæð okkurt í Yaya Toure sum vit onnur ikki sóu. Hann sær ikki sum ein leikari við bóltførleika og ferð, men sannleikin er at hann er lutfaldsliga skjótur, er ringur at pilka bóltin frá og hevur eitt dundurskot – við bæði vinstra og høgra beini. Og so er hann eins og Didier Drogba. Hann elskar at spæla týdningarmiklar dystir og skjóta týdningarmikil mál. Hann skoraði millum annað bæði í FA Cup hálvfinaluni og finaluni í fjør.
Tvær ferðir Yaya
Sunnudagin stóð Manchester City yvirfyri eini av tørførastu uppgávunum í hesum kappingarárinum. Eftir at hava innheintað Manchester United eftir sigurin í grannauppgerðini mánakvøldið, so skuldi Manchester City hava fult í torføra útidystinum móti Newcastle fyri at halda fast í oddasessinum.
Manchester City var omaná, men tá tjúgu minuttir restaði í var einki málið komið. Roberto Mancini skifti tí Samir Nasri út og í hansara stað kom verjukendi miðvallarin, Nigel De Jong. Tað ljóðar ikki sum ein framrættað útskifting, men lykilin lá í leiklutinum hjá Yaya Toure, sum varð skumpaður nakrar metrar longur fram á miðvøllin.
Átta minuttir eftir útskiftingina kom so forloysandi málið. Yaya Toure spældi bandaspæl stutt uttanfyri brotsteigin og við einum róligum, men neyvum innarasíðu sparki, krúllaði hann bóltin heilt út við stongina og í mál.
Seinastu tjúgu minuttirnar hevði fílabeinsstrandingurin tveir møguleikar at økja, áðrenn hann í 89. minutti staðfesti sigurin eftir skjótálop.
Seinastu tjúgu minuttirnar var Yaya Toure saman við Sergio Augero munurin á einum sigri og einum javnleiki. Yaya Toure fekk ikki óvæntað heiðurin sum dagsinsleikari.
Stórar uppgávur fyri framman
Bæði Didier Drogba og Yaya Toure hava stórar uppgávur fyri framman. Didier Drogba og hansara Chelsea skulu 19. mai spæla Champions League finaluna ímóti Bayern Munchen á Allianz Arena, sum er heimavøllurin hjá týska stórfelagnum.
Tað er nógv, sum bendir á, at Didier Drogba aftur skal ganga á odda, tá Chelsea enn eina ferð skal spæla ein týdningarmiklan dyst. Avrikini í FA Cup finaluni og í móti Barcelona í hálvfinlunum í Champions League bera boð um, at hóast Didier Drogba er 34-ára gamal, og hevur verið settur í samband við eitt nú kinesiskan fótbólt, so hevur hann nógv at bjóða uppá.
Enn hevur hann ikki megnað at skorað í eini Champions League finalu,
Stóra uppgávan hjá Yaya Toure og hansara Manchester City verður at tryggja felagnum fyrsta meistaraheitið síðani 1968.
Í seinasta leikumfarinum tekur Manchester City ímóti Queens Park Rangers. Manchester City eru ájvanir í stigum við Manchester United, men hava ein málúrtøku, ið er átta mál betri. Vinnur Manchester City, so skal Manchester United vinna við minst níggju málum í úti dystinum móti Sunderland fyri at hava nakran møguleika at endurvinna meistaraheitið.
Didier Drogba og Yaya Toure hava mangan verið avgerandi prikkarnir í putlispælinum. Nú manglar bara ein prikkur í putlispælinum hjá Chelsea og Manchester City.
Ein Champions League finalu prikkur og ein Premier League meistaraheits prikkur.
[email protected]
Didier Drogba:
1998 – 2002: Le Mans 72 dystir 15 mál
2002 – 2003: Guingamp 50 dystir 24 mál
2003 – 2004: Marseille 55 dystir – 32 mál
2004 - : Chelsea 336 dystir 155 mál
Yaya Toure:
2001 – 2003: Beveren 70 dystir 3 mál
2003 – 2005: Metalurh Donetsk 33 dystir 3 mál
2005 – 2006: Olympiacos 32 dystir 3 mál
2006 – 2007: Monaco 27 dystir 5 mál
2007 – 2010: Barcelona 117 dystir 6 mál
2010 - : Manchester City 91 dystir 19 mál