Føroyski landsliðsspælarin, Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Levanger í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vitjaðu í dag á útivølli í Kristiansund í Møre og Romsdal landslutinum í Noregi.
Talan gjørdist um eitt 1-2 tap til Levanger. Levanger kom annars á odda longu í 12. minutti við máli, sum Bjarte Stokke skeyt, men 11 minuttir seinni javnaði Kristiansund. Tá ein stórur tími varð spældur kom Kristiansund á odda 2-1, sum samstundis gjørdist sigursmálið.
Longu í 19. minutti fekk Kaj Leo tað gula kortið. Kaj Leo varð skiftur út, tá 86 minuttir vóru farnir av dystinum.
Bert málmunurin skilir Levanger frá einum niðurflytingarplássi. Levanger er nummar 12 av teimum 16 liðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Levanger hevur 23 stig fyri 22 dystir. Bærum hevur eisini 23 stig, men verri málúrtøku enn Levanger.