Fótbóltur
Setningurin hjá Liverpool í gjárkvøldið var at vinna seg upp á liðina á Mancheter United, sum tykist vera í ferð við at skræða seg leyst í oddinum í Premier League.
Talan hevur seinastu vikurnar verið um fleiri vónbrot hjá Liverpool, og enn eina ferð máttu viðhaldsfólkini ásanna, at liðið ikki megnaði at standa móti trýstinum seinastu minuttirnar.
Banyaoun legði annars Liverpool á odda stutt fyri hálvleik, og fram til bara seks minuttir restaðu, tóktist hetta eisini vera avgerandi málið. Men tá varð Leiva Amr Zaki feldur í brotsteiginum, og brotssparkið, sum spurdist burtur úr hesum setti Mido í kassan.
Samstundis vann Chelsea 2-0 í heimadystinum móti Middlesbrough, og nú er bláa London liðið ájavnt Liverpool á øðrum plássi í deildini.
Og í botninum á talvuni gjørdist støðan ikki minni spent í Newcastle, har Colin Calderwood enn ikki tykist hava fingið skil upp á verjupartin, sum hann annars hevur fingið ábyrgdina av seinastu fýra mánðirnar av kappingarárinum.
Fakta
Úrslitini
Wigan-Liverpool 1-1
Chelsea – Middlesbrough 2-0
Manchester City – Newcastle 2-1
Blackburn – Bolton 2-2
Everton – Arsenal 1-1
West Ham – Hull 2-0