Gummibeinini skulu beinast av vegnum

1. DEILD: Í morgin er møguleiki fyri, at uppflytingin hjá Skála verður staðfest, meðan spurningurin um seinna uppflytingarplássið ikki verður svaraður enn

Í morgin verða fimm dystir spældir í næstbestu fótbóltsdeildini. Tað resta trý umfør, og enn er tað ikki avgjørt, hvussu tað verður við uppflytingini.

 

Skála er stórfavorittur at vinna uppflyting. Um Skála í morgin fer at vinna á heimavølli ímóti KÍ, so verður uppflytingin veruleiki, og tað er møguleiki fyri, at uppflytingin verður møguleiki, hóast Skála ikki fer at vinna fulla úrtøku í morgin.

 

Seinastu umførini hevur tað verið soltið hjá Skála, AB og B71, ið kappast um at flyta upp. Úrtøkan hevur verið so lítil, at tað er skjótt at fara at tosa um gummibein.

 

Tað er eisini møguleiki fyri, at bara eitt lið fer at flyta upp, tí Víkingur og NSÍ eru eisini við í kappingini um heiðursmerkjaplássini. Um tað eydnast bæði Víkingi og NSÍ at vinna heiðursmerki, so verður tað bara eitt lið, sum fer at flyta beinleiðis upp, meðan tað á fjórða plássi fer at spæla ímóti næstniðasta liðnum í bestu deildini um pláss í bestu deildini. Uttan mun til hvussu úrslitini laga seg í morgin, so er tað greitt, at spurningurin, um tað vera ein ella tveir uppflytarar, og um hvør møguligi seinni uppflytarin verður, ikki verður svaraður í morgin.

 

Nú tað bara resta trý umfør, eru ásetingarnar soleiðis, at spælarar, ið eru eldri enn 21 ár, og sum hava spælt í minsta lagi fýra dystir í bestu deildini, ikki hava loyvi at spæla í næstbestu deildini.

 

Eisini í botninum er stór kapping. Har snýr tað seg um at sleppa undan niðurflyting. Í løtuni eru EB/Streymur og FC Suðuroy á niðurflytingarplássunum, men tað er stutt fram til B36 og KÍ.

 

 

 

Skála – KÍ: Rani Andrasson Skaalum kl. 16.00

 

HB – EB/Streymur: Kristian Gunnar Joensen kl. 15.00

 

B36 – AB: Aron Sofus Vest kl. 13.00

 

B71 – NSÍ: Heini Ziskason Viðoy kl. 14.00

 

FC Suðuroy – Víkingur: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00

 

 

 

Skála241518532846
AB241167453439
Víkingur241149574137
B71231148494137
NSÍ241149525337
HB2410212425232
248610364230
B36248511385129
FC Suðuroy246810385126
EB/Streymur247413395525