Gundadalur til børnini

Tað finst ikki betri pláss í landinum enn Gundadalur, tá ið vit tosa um karmar til børnini eftir skúlatíð, men nú er ein munagóð dagføring harðliga tiltrongd. Eg vil ítøkiliga arbeiða fyri, at børnini í Havn fáa eitt 3. flokstilboð og klubbtilboð í Gundadali, har eisini nýtt spælipláss skal gerast.

Áður havi eg mælt til, at loysnin við 3. flokki kann húsast fyribils í skúrunum frá Skúlanum á Fløtum, ið kunnu setast upp við Badmintonhøllina. Eg sigi fyribils, tí byggjast má eitt hús fast í ella við síðuna av Badmintonhøllini, so vit fáa nýggjar og tryggar karmar.

Ein slík loysn tekur umleið tvey ár at gera lidna, men tá kunnu vit eisini bjóða børnunum í Havn eitt klubbtilboð um kvøldið, eins og vit síggja tað í Hoyvík og á Argjum, men ikki í Havn. Vit hava Margarinfabrikkina, sum er eitt fantastiskt tilboð, men vendir sær meira til tey eldru børnini.

Foreldrini spyrja

Tað er mær ein gáta, hví sitandi meiriluti ikki hevur víst áhuga fyri at loyst hetta málið, sum fleiri foreldur hava spurt eftir í meira enn tvey ár. Gundadalur er størsta og besta spælipláss í landinum, so tí gevur staðsetingin seg sjálva, og umstøðurnar bíða bert eftir at verða gagnnýttar.
Síðani spæliplássið í Gundadali mátti lúta fyri Tórsvølli, hevur ovurstórur tørvur verið á einum nýggjum spæliplássi, ið kann knýtast upp í tilboðið, Badmintonhøllin longu er til børnini. Gundadalur er Føroya størsta og besta spælipláss, tí har finst tryggleiki og eigur eisini at finnast møguleiki til spæl hjá teimum børnum, ið vilja okkurt annað enn fótbólt.

Eg vil tí virka fyri, at hetta verður endaliga avgreitt eftir tveimum árum, so Gundadalur veruliga kann koma til sín rætt!

 

Tróndur Sigurðsson
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin