Gunnar, sum annars er klaksvíkingur, var í seks ár knýttur at EB/Streymi. Tey fyrstu knøppu fýra árini sum fyrstimálverji, men tá hann sleit hælsinuna fekk EB/Streymur fatur á René Tórgarð, og hann hevur so verið fyrsta val síðani. Gunnar vardi í fjør málið hjá B68, sum vann kappingina í 1. deild, men nú er hann so aftur í EB/Streymi.