Gunnar bjargaði brotssparki

Gunnar Nielsen, sum spælir við Manchester City, men í farnu viku bleiv útleigaður til Wrexham í ensku 5. deild, fekk um vikuskiftið sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið. Hetta var í dysti ímóti Histon, og hóast Gunnar og Wrexham taptu dystin 0-1, so gjørdi føroyski málmaðurin seg positivt merktan við at bjarga einum brotssparki.

 

Sjálvur heldur Gunnar, at ein ikki skal hefta seg ov nógv við bjargaða brotssparkið.

- Allir málverjar kunnu bjarga einum brotssparki, so fyri meg ræður tað um at skipa verjuna og at handfara deyðbóltar, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Wrexham.