Gunnar bjargaði brotssparki

Hóast Stjarnan tapti móti Celtic, fær føroyski málverjin rós fyri sítt avrik

Føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen var í gjár aftur í Skotlandi, har hann áður hevur spælt í fleiri kappingarár. Hesaferð var hann málverji hjá Stjarnan, sum í gjárkvøldið spældi móti Celtic í undanumfarinum til Champions League.

 

Úrslitið av dystinum gjørdist 2-0 til Celtic, men hóast tapið fær føroyski málverjin rós frá miðlunum fyri sítt avrik. Millum annað bjargaði hann einum brotssparki skamt undan dystarenda.

 

Enska blaðið The Independent skrivar, at Gunnar Nielsen hevði fýra góðar bjargingar í dystinum. Fyrsta málið hjá Celtic kom ikki fyrr enn í 44. minutti, tá nýggi Celtic-leikarin, ið júst hevur skift felag úr Manchester City, Dedryck Boyata, skallaði bóltin í netið úr stuttari fjarstøðu.

 

- Hann helt okkum í dystinum, segði venjarin hjá Stjarnan, Rúnar Páll Sigmundsson, um Gunnar Nielsen eftir dystin.

 

Skotska blaðið The Scotland Herald skrivar, at Gunnar Nielsen eyðsæð fann íblástur í góðu avrikunum móti Grikkalandi, og skapti stórt høvuðbrýggj fyri skotska álopsspælið.

 

Celtic hevði tó stóra leikliga yvirvág og stutt eftir hálvleik skoraði norski landsliðsspælarin Stefan Johansen til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan.