TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi fyri FM1 í Mixed Zone, har Tróndur prátaði við landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen aftaná 0-2 tapið ímóti Aserbadjan í Nations League dystinum á olympiska leikvøllinum í Baku.
Mong hava hug at spyrja um Gunnar Nielsen ikki átti sín lut í 2-0 málinum, men Gunnar slær fast, at hann kundi einki gera tí bólturin skifti kós.
- Eg havi mangan verið Føroyum ein góður maður, slær Gunnar Nielsen fast, og harmast um, at syndabukkar skulu finnast. Hann leggur tó dent á, at hann tekur ábyrgd av teimum mistøkunum hann ger.
Um tapið í kvøld staðfestir Gunnar, at tað var tann vánaligi fyrri hálvleikurin sum kostaði føroyska liðnum dýrt.