súkkling
Kappingin var ein sokallað MTB Criterium kapping. Hetta merkir at kappast verður á fjallasúkklu á einum lítlum strekki. Hesa ferð bleiv kappast í 45 minuttir, og so skuldu súkklararnir út á enn eitt umfar.
Danin Kasper Legård luttók á fyrsta sinni í kapping í Føroyum, og menn vóru spentir hvussu sterkur hesin súkklari var. Tíðliga í kappingini løgdu Høgni Øster og Gunnar seg á odda. Men á triðja umgangi dragnaði millum Høgna og Gunnar, og hálvan tíma seinni kundi Gunnar koyra ein tryggan sigur í hús.
Kári Simonsen var vælkoyrandi og megnaði hann at koma triðjur á mál.
Gunnar Dahl-Olsen gjørdist eisini FM vinnari í fjør, og megnaði hann tí at endurvinna kappingina aftur í ár.
Børn sluppu eisini at royna seg
Børnini kappast í trimum bólkum, og kappst verður millum gentir og dreingir. Sera spennandi var millum børnini, og serliga var tað um 2. plássið millum dreingir í bólki III. Jóanis Albert Nielsen vann tryggan sigur, men spenningingurin um hvør gjørdist næstur øktist sum kappingin leið. Hjørtur Ellingsgaard lá leingi á øðrum plássi, men Hjørtur Poulsen minkaði um munin fyri hvønn umgang. Hesin bólkur skuldi súkkkla átta umfør, og í síðsta umfari megnaði Hjørtur Poulsen at súkkla seg fram um Hjørtur Ellingsgaard, sum mátti taka til takkar við einum triðja plássi.
Eisini í bólki II var spenningur. Leingi lá Fríði Fríðmundsson á tryggur fremst, men Jóhannes Jóannesson var vælkoyrandi og nærkaðist í stórum Fríða, men Fríði helt tørn og vann, men bert 4 sekund vórðu millum Fríða og Jóannes. Ein sera spennandi kapping.
Kappingin var væleydnað og veðrið av tí besta at kappast, og tí hevði heilt fitt av súkklarum og áskoðarum leitað sær niðan til Hoydalar at fylgja við hvussu leikur fór.