Gunnar er álvarsliga skaddur

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, spælir ikki aftur í bræði. Hann er álvarsama skaddur.

Enskir miðlar skriva í dag, at hann hevur brotið beinið, men tað er ikki staðfest. Portalurin hevur roynt at fingið viðmerking hjá Gunnari, men tað hevur ikki eydnast.

 

Gunnar brast saman við mótstøðuleikara og fekk álvarsaman løst, tá eykaliðini hjá Manchester City og Bolton spældu í vikuni.

 

Tað er ikki staðfest, hvussu leingi, hann hevur uttanfyri, men Gunnar Nielsen spælir ikki aftur í bræði. Um tað hevur við sær, at Brian Kerr, landsliðsvenjari, má finna annan landsliðsmálverja verður staðfest um vikuskiftið.