Gunnar á eykaliðnum

Málmaðurin á føroyska U-21 landsliðnum í fótbólti, Gunnar Nielsen, hevur sína dagligu gongd í enska Premer League-felagnum, Blackburn Rovers.

 

Í gjár skuldi Gunnar so fyri fyrstu ferð í eldin fyri eykaliðið hjá felagnum, og ikki kann sigast annað enn, at Gunnar kom stak væl frá dystinum.

 

Blackburn vann nevniliga dystin 1-0 við einum brotssparksmáli frá Jamie Clarke í 15. minutti, men tað var Gunnar, sum gjørdist dagsins maður á Christie Park, tá hann 20 minuttir fyri tíð bjargaði einum brotssparki.

 

Á heimasíðuni hjá Blackburn fær Gunnar eisini rós fyri innsatsin í dystinum.