Gunnar góður fjallmaður

Í kappingini í fjallasúkkling leygardagin gjørdist tað enn eina ferð Gunnar Dahl-Olsen, ið vann. Mest merkisverda úrslitið átti Kjartan Egholm, ið megnaði at seta bæði Sverra Mohr Edvinsson og Høgna R. Øster av og fáa annað plássið.

Hóast vit best kenna Gunnar Dahl-Olsen frá teimum meira vanligu súkklukappingunum, hevur hann víst seg at vera sera drúgvur í fjallasúkkling eisini. Sjálvt um vanlig kappsúkkling meira er hansara grein, endar hann sum oftast við eisini at vinna kappingarnar í fjallasúkkling.

So var eisini leygardagin, tá Tórshavnar Súkklufelag og Føroya Triathlon Felag í felag skipaðu fyri fjallasúkklukapping á gøtunum millum Hotel Føroyar og fjósini í Havnardali.

– Eg haldi, at vanliga súkklingin kemur mær til góðar, tí eisini her snýr tað seg snøgt sagt um at traðka í pedalirnar. Men eg trívist væl á hesum smølu gøtunum við grovum gróti og tori rímiliga væl eisini, tá undirlagið kanska ikki er tað besta og tað eisini er bratt, sigur Gunnar, sum rættiliga tíðliga megnaði at sleppa leysur av hinum og síðani helt seg eitt fitt petti frammanfyri allan vegin.

– Fyrsti tríggjar kilometrarnar koyrdu vit varliga og lúrdu eitt sindur eftir hvørjumøðrum, men so kom ein góð undanbrekka, har væl lá fyri at fáa ferð á, og tá fekk eg eitt vunnið mær eitt glopp niður til hinar. Kanska tordi eg betur at seta ferðina upp í undanbrekkuni, og tá eg var blivin leysur av hinum, ráddi bara um at halda munin.

Gunnar Dahl-Olsen sigur, at av tí at talan var um ein átta kilometra langan tein, sum skuldi koyrast tríggjar ferðir runt, bar til at síggja, hvar hinir vóru staddir, og sostatt var rímiliga lætt at hava tamarhald á støðuni har frammi.

 

Kapping aftanfyri

Tá tað rættiliga skjótt gjørdist greitt, at Gunnar mestsum ikki kundi takast aftur – og eisini vann við tíðini ein tími, tveir minuttir og fýra sekund – gjørdist størri spenningur um tað, sum hendi millum hinar súkklararnar, sum fylgdust tað mesta av tíðini. Men tað mesta av tíðini var Kjartan Egholm fremstur av teimum næstubestu, og so skiftust Høgni R. Øster og Sverri Mohr Edvinsson um at halda tørn aftan fyri hann.

Ímóti endanum setti Kjartan ein spurt inn, sum tryggjaði honum annaðplássið, fimm minuttir aftan fyri Gunnar og tríggjar minuttir framman fyri Sverra, sum í kappingini millum hinar báðar gjørdist Sverri drúgvari og fekk triðjaplássið, ein minutt framman fyri Høgna, sum mátti taka til takkar við fjórðaplássinum.

»The Grand Old Man« í føroyskari súkkling, Evald Rasmussen, var so tann fimti á mál, hálvantriðja minutt aftan fyri Høgna, og hóast hann er væl eldri enn hinir í feltinum, fekk hann eina fína tíð leygardagin. Hann var einsamallur í bólkinum fyri teir, ið eru eldri enn 45 ár, so hann vann sjálvandi eisini tann bólkin.