Gunnar Guttesen Band er klassi

Gunnar Guttesen Band slapp at enda fyrsta kvøldið á Fjarðafestivalinum, og tað gjørdu teir við manér. Tað vóru nakrir sera gávuríkir tónleikarar, sum stóðu á pallinum til seinast í kvøld.
Konsertin við Gunnar Guttesen varð liðug tveir tímar seinni enn ætlað. Hetta var sera keðiligt, tí at tað vóru fá fólk eftir til ein annars frálíka konsert.
Gunnar Guttesen er ein tann gávuríkasti tónleikarin í landinum. Summi halda, at eingin annar er so gávaður sum Gunnar.
Tað er torført at lýsa stílin hjá teimum. Teir spæla sera eksperimenterandi. Teir geva rúm til improvisasión, so at tónleikararnir sleppa at útfolda seg. Tað er sera áhugavert at hoyra tey nógvu of-beat´ini og øðrvísi akkordirnar. Tónleikaliga var konsertin í topp. Tað var einans spell, at tað vóru so fá fólk eftir, men klokkan var vorðin so nógv, og tí vóru tey flestu farin til hús.