Gunnar hevur brotið hondina

Eftir bara fimm dystir í Wrexham er kappingarárið hjá Gunnari Nielsen av. Hann mátti leygardagin av vøllinum við brotnari hond

Fótbóltur

 

Eitt korter var eftir av dystinum hjá Wrexham móti Oxford leygardagin, tá Gunnar varð liggjandi á vøllinum eftir at hann og mótstøðuspælari fóru eftir bóltinum.

- Eg visti ikki rættiliga, hvussu stórur skaðin var. Men eftir ein minutt ella so visti eg, at har var heilt galið. Og tá eg tók handskan av, sá eg, hvussu hondin hovnaði. Fyrr havi eg keikt onkran fingur, men hesaferð vildi liðið als ikki upp á pláss, men bleiv við at koma útaftur, sigur Gunnar Nielsen við Dragon News í Wrexham.

Mánadagin varð Gunnar so røntgen-kannaður heima hjá Manchester Cityu, og niðurstøðan er greið. Hondin er brotin, og tað merkir, at føroyski málverjin skal halda ein steðg í 12 vikur. Tað merkir millum annað, at hann ikki spælir aftur fyri Wrexham hetta kappingarárið, og hann verður heldur ikki tøkur hjá føroyska landsliðnum, tá Brian Kerr tann 10. juni fyri fyrstu ferð fer at leiða sítt lið inn á Tórsvøll.

Wrexham tapti dystin 1-0 við einum máli, sum Oxford skoraði í seinasta minutti av dystinum.