Bókin ár 2000
Rithøvundafelagið og Landsbókasavnið hava tikið uppaftur táttin at halda »Bókating«. Støðan hjá bókini og teim, ið varða av hesum føroyska mentanarbera, verður umrødd, og kjakast verður um korini og útlitini. Nú árið 2000 fer at halla, benda hagtølini harafturat á, at vit fyrsta dagin fáa føroysku bókina nummar 4000. Og helst fer hon at liggja fjálg og vælinnpakkað undir onkrum jólatræ.
»Málið er mítt øki« staðfesti Aleksandur Kristiansen í heitinum á einum lítillætnum yrkingasavni fyri 25 árum síðani. Hóast stórar og mangan kollveltandi broytingar hesa fjórðingsøld, so er enn sjálvsagt, at føroyska málið er støðið undir føroyskari mentan.
? Men hvussu eru umstøðurmar hjá teimum, ið leggja okkum hesi tún?
? Hvussu eru korini hjá føroyskum rithøvundum, samanborin við grannalondini?
? Í hvønn mun fáa rithøvunda innivist í fjølmiðlunum?
? Fer nýggja tøknin at forkoma smámálum sum okkara?
? Skrivi eg fyri Føroyar, tá eg sum rithøvundur skrivi á føroyskum?
Hesir eru nakrir av áhugaverdu spurningunum, sum formaður Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal legði fram á bókatinginum á Landsbókasavninum 29. september undir felagsheitinum »Bókin ár 2000«:
Í rithøvundafelagnum eru um 100 limir. Tað eru fólk sum skriva skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, týða til føroyskt (nøkur heilt fá úr føroyskum í onnur mál), stóra talið er kortini tey, sum skriva yrkisbøkur av ymiskum slag, skúlabøkur og siðsøguligar bøkur. Tað er eitt stórt og fjølbroytt virksemi, ið her fer fram, nógv størri enn vit vanliga geva okkum far um, og tað er eitt virksemi, ið skapar arbeiði og framleiðslu nógv meira, enn vit vanliga hugsa um: hjá prentsmiðjum, reprovirkjum, útgevarum, bókasølum, bókasøvnum og fyrisiting, ikki um at tala í øllum landsins skúlum hjá næmingum og lærarum og granskarum. Eingin føroysk vinna man hava so nógvar nýggjar vørur at vísa fram á hvørjum ári, og samantalt er tað ikki lítið av arbeiðsplássum, sum eru knýtt aftur at bókunum. Tað er eitt virksemi, sum byrjar á einum borði í einum kamari ella kanska uppi undir tiltiknu væðingini í einum køldum og slavnum loftsrúmi við gjóstri og lekum, soleiðis sum tann romantiska myndin vil hava tað at vera, skal listin kunna trívast. Haðani breiðir tað seg út sum ringar í vatni, og tað er sjálvsagt, at tey sum starvast í hesum vaksandi ringunum fáa løn fyri sítt arbeiði, tí hetta er neyðugt og samfelagsgagnligt arbeiði. Einasti, ið ikki kan vænta sær vanliga løn er høvundurin, hon ella hann, sum slepti steininum og gjørdi, at vatnið fór at liva og ringarnir at breiða seg. Tvørturímóti noyðist høvundurin mangan sjálvur at standa fyri útgávuni, at finna fígging og seta seg í skuld, skal bókin kunna gevast út.
Soleiðis hevur verið hjá føroyskum rithøvundum, og soleiðis er tað framvegis í mongum førum enn. Rithøvundurin, ið gjørdu verkið fekk jú stuttleikan og viðurkenningina afturfyri, verður sagt, og tað mátti verið nóg mikið, annars gjørdi hann tað neyvan, ella hvussu?
Rithøvundafelagið er á hvørjum ári á fundi í Norðurlendska Rithøvundaráðnum og hevur har høvi til at kunna seg um arbeiðskorini hjá rithøvundum og týðarum í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Sámalandi. Í fyrrárið vildi ráðið gera eina yvirlýsing at vísa á korini hjá føroyskum rithøvundum, tí tey vóru so út av lagi ússalig samanborin við viðurskiftini í øllum hinum londunum: eingin arbeiðstrygd, ongar starvslønir uttan eitt eiti, eingin verja av upphavsrættindum uttan bara ein avgomul lóg frá teirri tíðini, tá ið ljósritatólini ikki vóru til og eingin hevði hoyrt nevnt um EDV, bókasavnsgjøld sum minkaðu framhaldandi, ongar orðaðar ætlanir fyri bókmentirnar, einki. Men eingin yvirlýsing varð gjørd, tí tað vísti seg at ein yvirlýsing við at kalla somu orðingum varð samtykt longu í 1971, og síðani var einki meira hent. Í næstan 30 ár. Og vóru ikki mentamál heilt og fult føroysk ábyrgd? Her hjálpti ikki at venda sær til aðrar stjórnir og onnur lond.
Men hvussu so við viðurkenningini, sum sigst at vera besta kenningin? Tveir virdir høvundar hava nýliga havt høgg hvør at øðrum í bløðunum, høgg, sum hava at gera við tey út av lagi vánaligu arbeiðskorini, og hetta høvið varð beinanvegin brúkt í oddagrein í landsins størsta blað. Oddagreinin var tíbetur ein sjáldsom rødd úr næstan gloymdari tíð, men segði okkum kortini, at gamalt agg móti øllum, sum vága sær fram at taka orðið og skapa nýggjar hugsanir, liggur ikki djúpt undir moldum og kann skjótt verða uppafturgrivið. Óbeinleiðis segði tað okkum kortini, at viðurkenningin er til: tað verður lurtað og tað verður lisið, tá ið ein føroyskur rithøvundur ger vart við seg, og sjálvur haldi eg ikki, at vit kunnu kæra okkum um væntandi áhuga fyri føroyskum bókum og teimum, sum skriva tær.
Hetta sigi eg, sjálvt um eg væl veit, at ein av megintreytunum fyri góðum bókmentum er næstan ikki til í Føroyum: eitt livandi, álvarsligt, alment bókmentakjak, ummæli í bløðunum, umrøður og samrøður í fjølmiðlunum, gjørt á ein hátt so tað skilst, at landsins tekstir eru landsins hjartasláttur. Og at nýggir tekstir eru gransking og menning av kjarnuni sjálvari í landsins mentan: málinum. Málið er fyritreytin fyri tí skrivaða orðinum, og einki er so bundið at málinum sum bókmentirnar. Hugsa vit um føroyska mentan í síni heild, so er tónleikurin frælsur og kann fara, hvagar hann vil um allan heim, um so skuldi verið. Sama er við málningalistini og fyri ein part eisini við leiklistini, tey kunna ferðast frítt um landamørkini. Men føroyskar bókmentir eru heimstaðarbundnar, bundnar at føroyska málinum. Vit kunnu fáa tónleik, list, og tíbetur eisini bókmentir uttanífrá, men eingin í allari verðini skrivar føroyskar bókmentir uttan bara vit sjálv. Eingin ger tað fyri okkum, og tað gevur okkum eina serstaka mentunarliga skyldu fyri tí skrivaða orðinum, tí kunnu vit ikki orða okkum livandi og ríkt á okkara egna máli, so kunnu vit ikki fáa nakað ríkt frá øðrum ella geva øðrum burtur av okkara.
Málið bindir okkum. Samstundis vita vit, at heimurin stendur alt meira opin og verður eitt net av skiftandi sambondum. Alnetið sær ikki landamørkini, og teldan í útoyggj ferðast líka skjótt sum teldan í heimsins miðdeplum. Vit eru ikki longur forfjónað, langt burturi í egnum einsemi. Einki er sum tað var, og tað avgerandi er hent, at havið skilir okkum ikki longur frá øðrum. Hetta er tann nýggi møguleikin í framtíðini, men er tað eisini hóttanin? Tann føroyska listagreinin, sum hevur blómað mest av øllum hesi seinastu árini, full í huga, full í gávum og full í skapandi megi, er tónleikurin. Men lurta vit eftir orðunum, so hoyra vit, at næstan alt, ið sungið verður hjá teimum yngstu og dugnaligastu er á enskum, og tosar tú við tey, sum droyma um eina yrkisleið tann vegin, so tykist bara at vera eitt tungumál til í verðini, so stórt og sterkt, at tað kann fara at forkoma øllum øðrum málum.
Og ikki bara smámálunum. Sjálvt Frakland, sum einaferð átti heimsmálið í mentan og list, er farið at óttast og vil seta bann og verjur fyri tí enska. Samleikin í verðini er farin at flóta ella rennur burtur gjøgnum allar knútarnar í alnótini. Børn og ung sita framman fyri telduni og senda skjót orð ímillum sín uttan at hugsa um mál, málbering, mállæru ella rættskriving. Sum frítt streymandi yrkingar kann tað vera, og allur tann gamli óttin fyri tí hvíta óskrivaða pappírinum er burturi, tí ein delete-knappur er. Trýst á hann, so hava orðini ongantíð verið til og koma ongantíð eftir tær aftur.
Eg havi havi sæð nakrar av hesum tekstunum, sum er gjørdir her hjá okkum, sjálvt um teir eru skrivaðir á øðrum máli. Summir eru áhugaverdir, tað mesta er hjálparleyst málsliga og í innihaldi, ivist kortini ikki í, at í røttum hondum kann veruligur skaldskapur koma burturúr. Men eitt øgiligt heimloysi er í teimum, tað kundi verið gjørt og skrivað hvar sum helst. Verðin er horvin og heimurin, ið nú skuldi verið ein, er dottin sundur og liggur sum ein blaktrandi guva millum teir elektronisku neistarnar 0 og 1, ja og nei.
Svarið er ikki at verja og forbjóða, soleiðis sum franskmenn ætla. Svarið er at geva sínum egna betri sømdir og størri ans. At gera sterkari sangir sjálv, sangir ið standa á jørðini. Og har eru vit betur fyri enn so nógv onnur, tí vit hava nakað at standa á. Okkara land hevur stødd, sum ger okkum týðandi og sjónlig fyri hvørjum øðrum. Vit eru ein eind, sum vit eru før fyri at síggja og skilja í øllum lutum. Vit kunnu vera ósamd og eiga at vera tað, men vit eru saman kortini, nógv meira enn tey fáa verið aðrastaðni. Okkara samleiki er okkara saman-leiki. Tað ræður um at geva teimum, sum vilja skriva sangirnar, tekstirnar, orðini umstøður at arbeiða.
Hvussu er tað, tey siga í Íslandi? "Málið er okkara heimstaður. Var einki íslendskt mál, vóru eingir íslendingar. At skriva á íslendskum er at skriva fyri Ísland." Tí er tað, at tey har løna rithøvundum, sum vóru teir landsins lærarar, og í løtuni letur landið út ímóti 500 mánaðarlønir árliga, so at skald og høvundar kunna skriva fyri sítt land, sum teir siga. Og tað eru teir ernir um, sjálvt um klandur javnan tekur seg upp, tí hví fekk hesin og ikki hendan, og hvør er tað, sum skal avgera hvat? Men eisini hesar ósemjur gera bókmentirnar virknar og sjónligar í landinum, tí burtur úr tí kemur kjakið um dygd. Hvat eru góðar bókmentir, hvussu skal metast um nýroyndirnar, ið verða gjørdar, men sum fá duga at skilja og færri at elska, ið hvussu er í fyrstu syftu?
Í mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu, sum kom út herfyri, stendur, at mentan kostar. Men játtaði peningurin er ikki útreiðsla, hann er innløga. Hann er íløgan í eitt sterkt, livandi og kensluríkt samfelag.
Og skulu vit tosa um kostnað, nú landstýrismaðurin er hjástaddur, so fari eg at minna á uppskotið um at lata føroyskari mentan ein pott av hvørjari tunnu av oljuni, sum einaferð, kanska, kemur upp á land í Føroyum. Higartil hava vit bara hoyrt, at oljan er ein hóttan móti føroyskari mentan. Ger hana til eina gávu. Eina íløgu í eitt ríkidømi, sum ikki dálkar men grør og angar, burðardygt, heilsugott. Ger íløguna, sjálvt um tey djúpu holini vera tóm.
Bókin ár 2000. Vera bøkur og bókasøvn í framtíðini? Tað er ikki vist; ikki í tí líki, sum vit kenna. Men tekstir fara altíð at vera, og rithøvundar vera til at skriva tekstirnar. Lat okkum gera tað so, at teir eisini í framtíðini vilja skriva á føroyskum máli.