Aftaná 21 ár í TF samtakinum hevur Gunnar í Liða nú boðað nevndini í TF frá, at hann leggur frá sær og sostatt endar sítt langa samstarv við TF samtakið.
Arni Brattaberg, nevndarformaður hjá TF Holding sigur, at nevndin í gjár á middegi fekk ein teldupost við boðunum um, at Gunnar í Liða tekur seg aftur, tí hann hevur ikki álit á førleikunum hjá nevndini.
- Tað eru vit sjálvandi ikki samd við, sigur Arni Brattaberg.
Spurdur um, hvørt avgerðin hjá Gunnari í Liða hevur nakað við skattamálið hjá Eik at gera, sigur Arni Brattaberg seg ikki vita nakað um tað.
- Men tað er givið, at tað er eitt óheppið samanfall, nú miðlarnir hava varpað ljós á skattamálið, at Gunnar í Liða so velur at trekkja seg júst nú, sigur Arni Brattaberg.
Miðlahúsið hevur í fleiri umførum roynt at fingið fatur á Gunnari í Liða, men tað hevur ikki eydnast.