- Eg hugsaði, antin verður Given klárur aftur ella ikki. Og so byrjaðu hjálparvenjarin, onkrir spælarar og aðrir at rópa eftir mær, at eg skuldi inn, sigur Gunnar Nielsen um løtuna, tá Shay Given var til viðgerð fyri skaðan.
Útskiftingin fór fram í 76. minutti. Dómarin legði heilar átta minuttir aftrat orsakað av skaðanum hjá Shay Given. Sostatt hevur Gunnar spælt á leið 22 minuttir av Premier League fótbólti.
- Eg var meiri spentur enn nervøsur, sjálvt um tað var nógv trýst á. 60.000 áskoðarar og vit spældu ímóti Arsenal á teirra heimavølli í einum avgerandi dysti, men eg hevði fyrireikað meg til, at hetta kundi henda, sigur Gunnar Nielsen úr telefonini í London.
Shay Given varð eftir dystin koyrdur á sjúkrahús. Tað er enn ikki greitt, hvussu álvarsamur skaðin er.
Næsti dysturin hjá Manchester City er á City of Manchester Stadium ímóti Aston Villa. So er spurningurin, um tað verður Gunnar Nielsen, ið skal verja málið hjá Manchester City.