Gunnar Mikkelsen:

Góðar møguleikar í "Stjerne for en aften"

Gunnar Mikkelsen, ið bleiv nr. 2 í "Stjerne for en aften" seinasta fríggjakvøld, er hálvur føroyingur. Mamman eitur Kristianna Mikkelsen, hon er dóttir Ebbemiu og Gunnar Holm Jacobsen. Ebbemia býr í dag í Havn. Pápin, Jørgen Mikkelsen, er dani, ættaður frá Samsø.
Gunnar fylti 21 ár 29. oktober, hann er føddur og uppvaksin í Vestbjerg, 14 km norðanfyri Aalborg. Eftir at hava gingið eitt ár í 10. flokki á eftirskúla á Mariager gekk hann í trý ár á Aalborg Katedralskole og tók studentsprógv har.
Hann búði í Berlin, áðrenn hann fór til Kanada í mai mánað í ár. Har búði hann á eini ranch, til hann kom aftur til Danmarkar nú í oktober. Tað var pápin sum fekk í lag at senda ein fløgu inn til "Stjerne for en aften", og Gunnar bleiv nr. 2 seinasta fríggjakvøld. Av teimum sum átta sum eru nr. 2, koma tvey víðari, so spennandi verður at fylgja við hvussu fer at gangast hjá Gunnari komandi fríggjakvøld.