Sum Dimmalætting skrivaði í gjár, fara tríggir spælarar, sum alt sítt lív hava havt tilknýti til HB, nú til B68 at spæla fótbólt. Orsøkin er, at teir ikki síggja seg hava nakran møguleika fyri at gera seg galdandi í vælmannaða 1. deildarhópinum hjá HB, og tí vilja royna seg aðrastaðni, har møguleikarnir fyri 1. deildarfótbólti eru størri.
Tað eru teir tríggir Sámal Erik Hentze, Niels Poulsen og Eyðun Samuelsen, sum nú fara til B68.
Gunnar Mohr, formaður í HB, sigur, at teir alla tíðina hava verið greiðir yvir, at vandin fyri at missa spælarar var til staðar.
? Hatta er keðiligt, men vit hava alla tíðina vitað, at hatta er ein vandi, tá lagt verður á hin bógvin.
Við hin bógvin sipar formaðurin til, at HB nú hevur gjørt sáttmálar við summar av spælarunum í felagnum og gevur teimum samsýning fyri at spæla í HB.
? Hetta er vandin, og honum mugu vit bert liva við, sigur Gunnar Mohr.
Hann heldur eisini, at tað er gott fyri sjálvar spælararnar, at teir fara til eitt annað felag við einum minni hópi, har teirra møguleikar fyri at spæla í 1. deild sostatt eru størri, og tað kann eisini vera gott fyri HB í longdini, um hesir spælararnir koma aftur til barndómsfelagið ? nakað sum Gunnar Mohr ikki ivast í.
? Teir eru allir tríggir HB-arar, og eg ivist heldur ikki í, at teir fyrr ella seinni koma »heim« aftur, sigur hann.
Gunnar leggur eisini dent á, at einki agg er millum hesar tríggjar og felagið, og at tað er í besta forstáilsi, at teir nú skifta felag.
Niels Poulsen hevur í ár vant við 1. liðshópinum, meðan hinir báðir hava verið í 2. liðshópinum. Allir hava teir fyrr verið meir ella minni fastir á 1. deildarliðnum. Gunnar Mohr sigur, at ítróttarliga fer HB ikki at merkja so nógv til, at teir tríggir eru farnir, tí hópurin er so stórur í ár, men vísir á, at tað sjálvandi er keðiligt hjá 2. deildarvenjaranum at missa teir.
Bárður fingið sáttmála
Málverjin Bárður Johannesen gjørdist týskvøldið áttandi spælari í HB, sum hevur gjørt sáttmála við felagið. Leysatíðindi siga, at summir av HB-spælarunum eru eitt sindur ónøgdir við, at summir fáa sáttmála og summir ikki. Gunnar Mohr ivast heldur ikki í, at summir eru ónøgdir.
? Málið er sjálvandi at gera sáttmála við allar spælararnar, men sum nú er, ber tað illa til. Eg rokni við, at tað skal ein tillagingartíð upp á eini 2-3 ár, áðrenn eitt felag sum HB kann hava sáttmála við allar sínar spælarar. Eg veit, at KÍ ætlar at gera sáttmálar við allar í 1. liðshópinum, men eg havi eitt sindur ilt við at trúgva, at tað fer at bera til hjá teimum, sigur Gunnar.
Nýggjar tíðir í HB
Sum Gunnar Mohr sigur, so hevur HB lagt á hin bógvin og gevur nú monnum pengar fyri at spæla fótbólt.
? HB hevur altíð verið rættiliga konservativt á tí økinum, men vit hava ásannað, at í dag ber ikki til at hugsa soleiðis, tá onnur lið geva sínum spælarum pengar, sigur Gunnar.
? Vit hava eisini valt ikki at dylja nakað, men gera tað púra opið. Tað ber heldur ikki til upp á hin mátan við at geva pengar undir borðið ? skal tað gerast, skal tað gerast ordiligt, sigur HB-formaðurin.
Nýggju tíðirnar í HB síggjast eisini aftur á vøllinum. Fyrr var tað sera sjáldsamt at síggja avbygdamenn í HB, men í dag eru fleiri, sum eru komnir úr øðrum feløgum ? Allan Mørkøre (KÍ) og Súni Fríði Johannesen (NSÍ/B68) eru bert tveir av teimum.
? Vit vóru ikki nóg nærlagdir í okkara ungdómsarbeiði í eini 3-4 ár. Eitt nú er bert ein spælari eftir av 74-75 árganginum, sum var ein ótrúliga góður árgangur. Allir hinir eru burtur, og tað sæst longu aftur í felagnum. Har er eitt glopp í, men nú klárar HB seg aftur væl í teimum yngru deildunum, sigur Gunnar Mohr.
Tað hevur heldur ikki verið vanligt hjá HB at fara út um landoddarnar eftir venjara, men tað hava teir so gjørt í ár.
Rumenski Ion Geolgau úr Craiova díkir hart á spælararnar, og í HB vóna tey, at venjing seks ferðir um fer at síggjast aftur í avrikunum á vøllinum seinni í ár.
? Vit eru ótrúliga fegin um venjaran, og vit halda okkum eisini hava verið heppin at fáa hann sum venjara, sigur Gunnar Mohr.